Við Tórði á túri

Við Tórði á túri á Føroya Tele - fyrri partur
23-11-2026
Føroya Tele er ein týðandi partur av føroyska samfelagnum, og júst í hesum døgum hevur felagið verið við til at knýta Føroyar saman í 120 ár

Í einum stórum høli í kjallaranum á Føroya Tele í Hoyvík standa nógvir søguligir lutir, sum hava verið brúktir í sambandi við telefon og samskifti. Her hitta vit Maiken Jensen og Jákup Nielsen, sum hava verið ávikavist í 59 og 58 ár á Føroya Tele.

 

Maiken greiðir m.a. livandi frá tíðini sum telefondama á støðini við Tinghúsvegin, og søgurnar eru nógvar. Og Jákup, sum nú er søguligur samskipari á Føroya Tele, greiðir frá byrjanini, tá Ólavur á Heygum legði fyrstu telefonlinjuna í Føroyum og tá Telefonverkið varð stovnað. Hann vísir okkum eisini telefonirnar, sum hava verið brúktar upp gjøgnum tíðina.

 

Petur Meinhard Jacobsen og Rúni Árting frá Neti, sum er dóttirfelag hjá Føroya Tele, eru uppi á Sornfelli. í sambandi við eftirlitið við radaranum, ið gevur flogferðsluni yvir Føroyum neyðugu upplýsingarnar í luftini. Net umsitur og hevur eftirlit við radaranum. Og Brian Rasmussen, leiðari á Byggideildini, greiðir frá arbeiðnum at gera stovnin grønan,

 

Í byrjanini av sendingini hoyra vit brot úr Góðan morgun Føroyum frá 18. januar 1996, tá allar fyrstu brúkararnir sluppu at royna Internet. Ivan Simonsen og Óli Gardshodn greiða frá.

Við Tórði á túri

Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. 

Føroya Tele er ein týðandi partur av føroyska samfelagnum, og júst í hesum døgum hevur felagið verið við til at knýta Føroyar saman í 120 ár
23-11-2026
Klappjaktin í Trongisvági er nógv meira enn ein vanlig haruskjóting. Hon er ein týðandi partur av bygdarsøguni, mentanini og samleikanum hjá Trongisvági
16-11-2026
Ein 99 ára gomul hevur júst endurnýggjað koyrikortið, 93 ára gamal er á floti og 96 ára gamal ger vakrar, útskornar fjallstavar
09-11-2026
86 ára gamli Rólvur Sivertsen í Norðdepli var nakrar mánaðir í 1955 húskallur í Niðristovu í Norðradali, og ta tíðina minnist hann sera væl
02-11-2026
Fyri júst 50 árum síðani, 23. oktober 1976, sakk ídnaðartrolarin Havaldan við Hetland og øll manningin varð bjargað. Tríggir av manningini greiða frá dramatisku tímunum
26-10-2026
Tyrlutænastan hjá Atlantic Airways er so mangt. Umframt at røkja rutuflúgving til útoyggjar tryggjar hon at Føroyar hava eina tilbúgving alt samdøgrið
19-10-2026
Umstøðurnar í Heygshaga eru nógv broyttar hesi seinastu árini, tí áseyðatalið varð minkað ein fjórðing. Tey eru væl nøgd, tí seyðurin er nógv betri nú enn fyrr
12-10-2026
Hovbingar eiga Tjaldavíkshólm, sum er í Tjaldavík beint sunnanfyri Øravík. Hólmurin er 75.000 fermetrar til víddar og er millum 50 og 100 metrar úti á víkini.
05-10-2026
Fuglfirðingurin Jógvan Julius Joensen, sum frá ungum árum búði í Gilleleje, upplivdi sjálvur víða gitnu hendingina, tá 60-80 jødar krógvaðu seg á loftinum í Gilleleje kirkju
28-09-2026
95 ára gamli Jóan Pauli Næs úr Nesi í Hvalba greiðir frá barnaárum, sjólívi og øðrum, og vit vitja hansara barnaheim úti í Nesi
21-09-2026
Nógv halda, at garðaskøran er blivin ein umhvørvistrupulleiki í Føroyum, tí hon veksir so væl og trokar annan vøkstur burtur har hon er. Skipað verður fyri týningartiltøkum
29-06-2026
Við jøvnum millumbilum, umleið 14 dagar ímillum, verður skipað fyri døgurða við føroyskum rættum fyri eldri monnum í Klaksvík. Hugsað verður m.a. um einkjumenn
22-06-2026