- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Fólkini vit tosa við í hesari sending eru samd um, at korona hevur broytt nógv. Hesa tíðina eru føroyingar ikki farnir av landinum at ferðast sum vanligt, og tí hava fólk á ein annan hátt fingið eyguni upp fyri okkara spennandi náttúru. Í ár hava nógv fólk keypt sær kajakk og ymsar fjalar at flóta á og handlar, ið selja vátdraktir og turrdraktir, standa seg ikki við at fáa nóg nógvar til landið.
Sigurð Davidsen í Hósvík er kajakkinstruktørur og hann er bilsin av stóru undirtøkuni hansara kajakkskeið hava havt í ár. Tað hevur verið fulteknað hvørja ferð. "Tú kemur ikki nærri lívinum í sjónum og náttúruni sum heild enn í einari kajakk", sigur Sigurð. Hetta skeiðið er fyri fólk, ið ikki hava roynt tað fyrr. Klara Danielsen úr Runavík hevur altíð havt ein dreym um at læra at rógva kajakk og nú skuldi tað vera. Hon hevur lært at venda, bakka og onnur grundleggjandi ting.
Tjørnuvík er tað staðið í Føroyum, sum tað oftast riggar at surfa. Tað siga tey trý, Katrin D. Bærentsen, Andras Brixen Vágsheyg og Elin D. Carlsson, sum surfa í dag. Tey hava felagið Faroe Islands Surf Guide, sum bjóðar fólki at surfa, bæði royndum og óroyndum. Eitt nú høvdu tey 100 fólk í sjónum ein leygardag í summar, tá Sunda Kommuna bjóðaði borgarum sínum at royna seg sum surfara ókeypis. "Okkara dreymur er at læra ungfólk at surfa, tí tað er gott fyri bæði sinn og kropp", sigur Katrin D. Bærentsen. Elin D. Carlsson hevur surfað ymsa staðni í heiminum og hon sigur, at tað er onga staðni so vakurt og hugtakandi at surfa sum í Tjørnuvík.
Poula Reinert-Petersen í Fuglafirði hevur í mong ár ætlað sær at fáa sær kajakk. Fyri einum mánaði síðani gjørdist tað so veruleiki, tá hon og systirin keyptu hvør sína kajakk. Tær eru javnan túrar saman í kajakk. Poula sigur, at tað er serliga væl egnað at rógva við kajakk á Fuglafirði, og áhugin er nógv vaksin. Einstakar kajakkir hava verið í Fuglafirði, men í ár eru fleiri komnar afturat. Nú eru 14 kajakkir í Fuglafirði sum Poula veit um, umframt aðrar kajakkir, sum kunnu blásast upp.
Páll Danielsen í Havn hevur róð kajakk í eini 30 ár. Hann sigur, at hann hevur verið fleiri túsund kajakktúrar suðuri á Glyvursnesi. Sjálvt um veðrið kann vera buldrasligt um veturin, er nærum altíð farandi í kajakkina onkran dag í viku. Hann sigur, at seinastu tvey árini er áhugin at rógva kajakk nógv vaksin. Fyrr vóru tað mest útlendingar, sum komu til Føroya, ið vístu áhuga fyri at rógva í kajakk. Men tað merkist væl, at fólk eru farin at brúka meira sjógvin í frítíðini í frítíðini. Serliga nú í koronatíðini.
Petra Eliasdóttir Mikkelsen veit einki betri enn at standa á sínum SUP-bretti. Á altjóða máli eitur tað Stand Up Paddling og líkist einum surf-bretti, men hon stendur á tí og rør. Petra er ofta túr saman við kajakkrógvarum og í summar var hon í Norra. Petra sigur, at tilsamans sjey ella átta slík SUP-bretti eru nú í Gøtu og talið á kajakkum er eisini nógv vaksið í ár. Petra heldur, at tað krevur meira av einum at standa á SUP-brettinum enn at rógva kajakk. Heiðrún Leifsdóttir, sum er úti við kajakk saman við Petru, heldur, at tað er serliga spennandi at vera úti í mjórka sum í dag, tí tá er tað óendaligt at hyggja úteftir.
Í Vágsbotni í Havn gera tríggir seglbátar klárt at fara norðureftir í kvøld. Teir ætla at sigla saman um vikuskiftið. Valbjørn Dalsgarð eigur tann størsta, sum er 47 føtur. Hávarður Enni sigur, at áhugin fyri at hava teir nýmótans seglbátarnar er nógv vaksin. Nú eru 20 av hesum slagnum í Havn. Hávarður hevur eisini ábyrgdina av trimum jollum, sum Tórshavnar Bátafelag keypti fyri trimum árum síðani, so ung hava møguleikan at sigla við seglum. Hann sigur, at hetta er eitt gott tiltak, tí ung hava áhuga í at læra at sigla við seglum.
Við í sendingini eru hesi fólk: Sigurð Davidsen, Klara Danielsen, Vanja Davidsen, Katrin D. Bærentsen, Andras Brixen Vágsheyg, Elin D. Carlsson, Poula Reinert-Petersen, Páll Danielsen, Heiðrun Leifsdóttir, Petra Eliasdóttir Mikkelsen, Hávarður Enni og Valbjørn Dalsgarð.