- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Í hesum seinna partinum greiðir Ragnar Danielsen eisini frá ymsum viðurskiftum á Strondum. Fyri einum góðum ári síðani gav hann út bókina "Nú fækkast tey á gomlu Strandagøtu". Í hesum partinum greiðir Ragnar m.a. frá, at bygdin hevur verið serliga hart rakt av syndarligum vanlukkum og so greiðir hann eisini frá nøkrum orginalum, ið settu serligan dám á bygdina.
Heygshagi á Strondum er ein av størstu hagapørtum í landinum. Hann er 275 gyllin og hevur havt um 600 áseyðir. -Tað var alt ov nógv og tí vóru menn nøgdir, tá eitt lamb vigaði 24 pund. Hesi seinnu árini eru broytingar gjørdar, so nú er áseyðatalið væl minni og seyðurin er eisini betri, sigur Artur Johansen, formaður í hagastýrinum fyri Heygshaga. Nú er vanligt at lomb viga 30 pund og meira, sigur hann. Og hann leggur dent á, at kjøtsmakkurin hevur altíð verið góður.
Gamli handilin og turkihúsið á Høvdanum á Strondum eru nú eitt stórt fornminnasavn, sum Sjóvar Fornminnafelag rekur. Í sendingini greiðir Malena Thomsen frá arbeiðnum umfatandi arbeiðnum á Høvdanum. Savnið lýsir tíðarskeiðið frá 1872, tá handilin á Høvdanum byrjaði sum kongaligur úthandil, til 1950-árini. Í kjallaranum í gamla handlinum, sum hevur verið fiskahjallari, verður í hesum døgum gjørt klárt fyri einari kafé, sum einstaklingar fara at reka.
Jan Abrahamsen greiðir frá einari hending í Heygsstøð, sum hann lærdi nógv av. Ein maður úr Saltnesi, sum dagliga sigldi yvir um fjørðin eftir hoyggi, var áhalsin og lá í nógvar tímar óhjálpin í neystinum. Leitað varð alla aðra staðni, tí lásið var á hurðini og tí kundi hann ikki vera inni. Søgan var tann, at ein maður, sum kom framvið, sá nógva seyð inn og rópti, men eingin svaraði. Tí rak hann seyðin út og hongdi lásið á hurðina. Hesum lærdi Jan nógv av.
Hjúnini Kristina Ottosdóttir og Andras Róin úr Havn keyptu eini lítil hús á Strondum, sum tey ætlaðu at brúka sum summarhús. Men tey trivust so mikið væl, at nú eru húsini í Havn seld og tey búgva á Strondum, har Andras eisini er nývaldur bygdaráðslimur. Tey bæði siga, at tey eru sera væl móttikin og tey stórtrivast í bygdini. Hóast strandigar helst hava líka nógv at hugsa um sum fólk í Havn, so gevur fólkið her sær betri stundir at steðga á og koma hvørjum ørðum við.
Ullavirkið Snældan á Strondum varð stovnað í 1949 og virkar framvegis bæði tógv og lidnar klædnavørur úr føroyskari og útlendskari seyðaull, m.a. ull av Falklandsoyggjunum. Tann ullin er nógv bleytari enn tann føroyska. Snældan selur vøruna bæði í Føroyum og uttanlands. Kalli Olsen, sum stendur á odda fyri virkinum, er triðja ættarlið á Snælduni. Hann hevur nú nátt pensjónsaldri, og tí vónar hann at onkur av eftirkomarunum vil taka við tá hann gevst. Sonarkonan Maja Skaale Olsen arbeiðir á Snælduni og hon vísir okkum runt á virkinum og greiðir frá arbeiðsgongdini.
Við í sendingini eru hesi fólk: Ragnar Danielsen, Artur Johansen, Malena Thomsen, Jan Abrahamsen, Leivur Johansen, Kristina Ottosdóttir, Andras Róin, Kalli Olsen, Maja Skaale Olsen