- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Hetta er aðru ferð at Closed for Maintenance-tiltakið er, og 23. og 24. apríl vóru 80 fólk í øllum aldursbólkum í gongd á útvaldum varðagøtum kring landið. Har ímillum eru nakrir leiðarar. Korona hevur gjørt, at hesaferð eru øll tey sjálvbodnu arbeiðsfólkini føroyingar. Arbeitt verður á Kambsdali, í Havn, í Nólsoy, í Vestmanna, í Mykinesi og í Vági. Endamálið er at gera tað høgligari og tryggari at ferðast í okkara náttúru.
Í sendingini verður vitjað í fýra støðum. Úr Vestmanna fara tvey arbeiðslið og tey eru á varðagøtunum úr Vestmanna til Saksunar og Hvalvíkar. Hesar gøturnar vórðu nógv brúktar fyrr í tíðini. Upplýsandi skelti verða sett upp og varðarnir verða hampaðir.
Á nógv brúktu gøtuni millum høvuðsstaðin og Kirkjubø, sum er ein lættur túrur, verða varðarnir eisini hampaðir. Men høvuðsarbeiðið her er leiða vatnið av gøtuni á teininum úr Havnardali og niðan á. Regndagar hevur nógv vatn runnið eftir sjálvari gøtuni.
Sunnast í Nólsoynni, suður móti Borðuni, ger arbeiðsliðið nakrar træbrýr til fólk at ganga á, so tær stóru veitirnar í hesum sermerkta vátlendi fáa frið. Hesi fólkini sleppa at gista eina nátt í gomlu íbúðarhúsunum á Nólsoyar vita.
Eitt fjølment arbeiðslið er eisini á varðagøtuni millum Fuglafjørð og Skálafjørð. Tað er serliga byrjanin av gøtuni niðan úr Kambsdali, sum verður gjørd týðiligari við nýggjum varðum. Tað verður gjørt eftir einum 100 ára gomlum korti.
Fyri nøkrum mánaðum síðani kom út nýggj bók um varðagøtur í Føroyum. Magnus Gaard, lívfrøðingur, var við í arbeiðsbólkinum og hann greiðir frá hesum arbeiðnum. Og Óli Garðhorn, sum hevur sett sær fyri at ganga eftir øllum varðagøtum í Føroyum, gevur samstundis Visit Faroe Islands ymiskar upplýsingar um torleikastig og annað.
Á túrinum eftir varðagøtunum er annars samrøða við hesi fólk: Magni Blástein, Rannvá Egholm, Niels Pedersen, Ditte Mathilda Joensen, Herit Djurhuus, Alda Egilstrøð Magnussen, Hans Poulsen, Óluva Poulsen, Carina Heinesen á Rógvu, Pauli í Jansagerði, Jóhanna Rasmussen, Óli Garðshorn, Jógvan Thomsen, Anja Hartmann Wardum, Vanja Davidsen, Magnus Gaard, Kartni Ravnsfjall, Eileen Berjastein, Gerhard Jónsson Mikkelsen, Kristina Gry Berg