Við Tórði á túri

Við Tórði á túri á Sjúklingahotellinum Tórshavn
11-10-2021
Fyri føroyingar hevur Sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn stóran týdning, tí tað er heimið hjá nógvum sum søkja sær heilsubót í danska høvuðsstaðnum

Sjúklingahotellið Tórshavn í Venøgade 8 í Keypmannahavn er ein føroyskur blettur mitt í danska høvuðsstaðnum og millum tey stóru sjúkrahúsini her. Og her kenna føroyingar, sum koma til Danmarkar at søkja sær heilsubót, seg veruliga heima, eru øll á einum máli um.

 

Ragna Vilhelmsdóttir, Vilhelm Johannesen, Andrias Arge, Sigrid Bech Nolsøe, Erla Bech Nolsøe og Johild Jacobsen, sum partvís eru sjúklingar og partvís fylgjarar, eru øll væl nøgd at búgva á Sjúklingahotellinum og tey eru á einum máli um, at tað er heimligt at vera her. Onkur nevnir, at tað kennist sum at vera heima í Føroyum.

 

Nancy Hansen í móttøkuni, Beinta Dam og Anna Maria Poulsen, sjúrakrøktarfrøðingar, og Lene Hallig, leiðari, greiða frá dagliga arbeiðnum á Sjúklingahotellinum. Tær greiða m.a. frá, at tey nú hevur meira virknan leiklut í sjúkraviðgerðini hjá fólki nú enn fyrr. Starvsfólkið leggur stóran dent á at gera tað so heimligt sum møguligt fyri føroyingar, ið koma til danska høvuðsstaðin at søkja sær heilsubót.

 

Hallur Hansen koyrir bussin hjá Sjúklingahotellinum og hann hevur úr at gera at fáa alt at passa saman, tí sjúklingarnir skulu koyrast aftur og fram. Og Solveig Jørgensen í køkinum greiðir frá, at tey leggja dent á at hava mat, sum føroyingum dáma.

 

Og Marita Andrasardóttir, leiðari á uttanlandstænastuni á Landssjúkrahúsinum, greiðir frá samskiftinum millum sjúkrahúsini í Føroyum og Sjúklingahotellið Tórshavn.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Á fløtuni í Miðhoydølum, har Gróðurstøðin nú er, var minkagarður við 17.000 minkum. Tað vardi í 10 ár og so kom sjúka í og tað helt uppat. Vit hitta fleiri, ið arbeiddu har
03-04-2023
Býlingurin Bumshamar í Klaksvík hevur ikki bara eitt spennandi navn, men er ein spennandi býlingur og tey sum búgva her trívast væl
27-03-2023
Gamli býlingurin við Sjógv í Kollafirði er serliga kendur fyri kvæðaskaldskapin hjá sjóvarbóndanum. Nú verður arbeitt við at varðveita tað, ið eftir er av tí gamla við Sjógv
20-03-2023
Í Tórshavnar Musikkskúla á Landavegnum 84 í Vesturbýnum er lív í frá klokkan seks um morgunin til ellivu um kvøldið. Á hesum túrinum hitta vit bæði næmingar og lærarar
13-03-2023
Mong halda at økið uttan um Havnará, har viðarlundin eisini er, ein sonn perla í høvuðsstaðnum. Á túrinum í dag vitja vit nøkur av teimum, sum búgva við Havnará
06-03-2023
Vìkardaman Gurið Lómfelli, sum býr í Streymnesi, hevur tríggjar ferðir verið á øllum fjøllum í Føroyum, og nú gongur hon fyri fjórðu ferð. Í dag sleppa vit túr við henni
27-02-2023
Á hvørjum ári hátíðarhalda leirvíkingar, at sólin aftur sær á bygdina hesa tíðina. Og í ár var einki undantak. Yvir 300 fólk og yvir 40 sløg av køkum vóru í bygdarhúsinum
20-02-2023
Nógv er broytt síðani tann gamli føroyski báturin var álitið. Men framvegis hevur hann stóran týdning fyri okkara samleika, halda tey vit hitta í sendingini í dag
13-02-2023
Vit halda fram í Sumba og hitta enn fleiri fólk, ið greiða frá ymiskum viðurskiftum í syðstu bygd í landinum, sum hevur sínar egnu siðir
06-02-2023
Í dag vitja vit í syðstu bygd í Føroyum, Sumba. Ein spennandi bygd, ið hevur fleiri sereyðkenni
30-01-2023
Nógv tiltøk eru á skránni í Tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn. Eirik Suni Danielsen, leiðari, sigur, at hvørja viku eru eini 300 fólk í Tilhaldinum
23-01-2023
Fyrstu trøíni í Kinnalund í Syðrugøtu vórðu gróðursett fyri níggju árum síðani og longu nú er hon ein væl vaksin viðarlund. Vit vitja hana og onnur
16-01-2023