Við Tórði á túri

Einbúgvin av Viðareiði (2:2)
13-06-2023
86 ára gamli Mikkjal Sørensen av Viðareiði hevur í samfull 56 ár búð einsamallur í oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi. Vit vitja Mikkjal, sum framvegis rør út og hevur seyð

Tað tók okkum umleið ein hálvan tíma at sigla úr Qaqortoq - fyrr Julianehåb - og út til oynna Kingitoq, har Mikkjal Sørensen hevur búð einsamallur í 56 ár, mitt í stórbaru náttúruni her í Suðurgrønlandi. Hann hevur róð út og eisini havt seyð.

Mikkjal kom yvir til Grønlands at rógva út á vári í 1963, og hann hevur ongantíð verið aftur í Føroyum. Spurdur um hví, sigur hann, at tað er eingin ávís orsøk. -Tað er bara blivið soleiðis og eg havi ongantíð tráað eftir at koma aftur til Føroya, sigur Mikkjal Sørensen.

Her hevur hann síni egnu sethús og eitt seyðahús, har seyðurin hevur kunna gingið inn og út sum tað hevur passað. Tilfarið til bæði húsini fekk hann, eins og nógv onnur her í økinum í Suðurgrønlandi, frá stóru flogstøðini, sum amerikanarar høvdu undir krígnum í Narsarsuaq. Støðin helt uppat mitt í seksti árunum, um tað mundið Mikkjal búsettist her í oynni. Fólk kundu bara fara til Narsarsuaq at fáa sær tað tilfar, tey høvdu brúk fyri.  Aðrir hjálptu honum at taka niður og flyta tilfarið út í oynna, og síðani smíðaði Mikkjal alt sjálvur.

Á hávetri í 1982 var Mikkjal illa staddur. Hann hevði bruna í blindtarminum og hevði ótolandi pínu. Ísur var á sjónum, so hann var ikki førur fyri at sigla sjálvur inn til býin. So hann vavdi teppir og onnur heit klæði uttan um seg og legði seg í bátin beint við rennuna, har skip sigldu gjøgnum ísin. Hann var so heppin, at skipið hjá Sjúkrahúsinum í Qaqortoq kom fram á hann. Teir tóku hann upp og førdu hann inn til Sjúkrahúsið. Tá var blindtarmurin sprongdur. Mikkjal lá á sjúkrahúsinum í fleiri mánaðir, men kom fyri seg aftur.

Høvuðsvinnan hjá einbúgvanum av Viðareiði hevur sum sagt verið útróður, og umframt tað hevur hann havt væl av seyði, uppí 70 áseyðir. Men nú er meginparturin tikin av og hann hevur einar 10-15 ær gangandi eftir. Mikkjal rør framvegis út, serliga um summarið, og hann er framvegis sjálvbjargin í allar mátar, nú hann er blivin 86 ár. Eftir tørvi siglir hann við jolluni inn til býin eftir gassi og aðrari vøru, so hann kann lívbjara sær úti í oynni.

Áðrenn Mikkjal kom til Grønlands, fekk hann sum ungur drongur um endan av slupptíðini í Føroyum, og tað dámar honum væl at tosa um. Hann tosar eisini eitt sindur um gomul minnir í heimbygdini Viðareiði.

Spurdur hvat eitt fólk skulu hava í sær fyri at klára at búgva einsamøll so langt burtur frá øðrum fólkum í so mong ár, sigur Mikkjal Sørensen:

-Tú skal ikki vera bangin fyri nøkrum sum helst í náttúruni. Tú skalt ikki vera bangin fyri myrkri. Tú skalt ikki vera bangin fyri veðri. Og so skalt tú síggja ljóst uppá tingini í allar mátar.

 

Sendingin varð fyrstu ferð í útvarpinum hin 26. december 2021. Síðani sendingin varð gjørd, eru sethúsini hjá Mikkjali úti í oynni brunnin í grund, og tí livir hann nú í einari eldraíbúð inni í býnum

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Granskarar, bæði føroyingar og útlendingar, skulu finna út av hvussu Koltur og alt livandi í oynni uppførir seg, ikki minst uttan seyðabit. Allir skúlanæmingar skulu sleppa út
11-11-2024
Aftur í hesum partinum greiðir Sjúrður Joensen frá ymiskum viðurskiftum í ættarbygdini Koltri, sum uttan iva er ein landnámsbygd
04-11-2024
Koltur er ein lítil og spennandi oyggj, sum helst er landnámsbygd. Í gamlari tíð var Koltur eitt liviligt pláss, tí oyggin gav nógv og stutt var at rógva út á fiskimiðini
28-10-2024
Systkini Myrtley og Jens av Nesi í Vági, sum nú eru 100 og 102 ára gomul, eru nærmastu grannar og hava stóra gleði av hvørjum øðrum. Tey hava búð í Íslandi síðani fýratiárini
21-10-2024
Annað árið á rað skipaði Verkhúsið Stíggjur í Saltangará fyri Eydnufestivali í Løkshøll. Fyrireikararnir siga sjálvir, at hetta er stuttligasti festivalur í landinum
14-10-2024
Fornu toftirnar á Trøðni í Húsalíð eru so mikið lokalar, at tey á Tjóðsavninum vistu einki um tær. Húsamaður, fornfrøðingur og útvarpsverturin eru ein sera forvitnisligan túr
07-10-2024
Gáshólmur, sum er uttanfyri Tindhólm og ytsti partur av Sørvágsfirði, er eitt sera forkunnugt stað at koma. Hólmurin er átta hektarar til støddar og ber 16 frælsi
30-09-2024
Í gamlar dagar var Trøllanes millum tær mest avbyrdu bygdirnar í landinum. Tá lendandi ikki var frá sjónum, høvdu tey bara ta sera brøttu bygdagøtuna til Mikladals at líta á
23-09-2024
Síðani Trøllanestunnilin kom hevur gamla bygdagøtan millum Mikladal og Trøllanes ikki havt sama týdning. Men framvegis er tað ein hugtakandi gongutúrur fyri tey sum tora
16-09-2024
Á hesum túrinum verður tosað við toftamenninar Janus Jensen, Jógvan Ingvard Olsen og Alfred Olsen
10-06-2024
Prestagarðarnir kring landið eru dagførdir síðani kirkjan varð yvirtkin, og summir eru enntá umbygdir. Vit vitja á Viðareiði, Fuglafirði, Kvívík og í Hvalba
03-06-2024
Astrid Joensen, sum fyllir 101 ár í dag, hevur altíð búð á Eiði
27-05-2024