Nakrar føroyskar konur eru í dag samlaðar í bindiklubbi í Aakirkeby. Fyri fimm árum síðani fluttu hjúnini Hensia Einarson og Finn Jespersen úr Havn og higar, og tað eru hinar konurnar fegnar um, tí Hensia hevur tikið stig til at samla tær í bindiklubb. -Endamálið er at koma saman og at hugna okkum og so plaga vit at eta føroyskan mat saman, sigur Hensia, sum leggur dent á, at menninir eru eisini vælkomnir. Elin Sørensen úr Havn og Heidi Johannesen úr Miðvági fegnast um at Hensia er komin til Bornholm, tí hon er so røsk at at skipa fyri. Eftir at eldsálirnar í Føroyingafelagnum á Bornholm fullu frá, hevur verið longur ímillum føroyingarnar í oynni í Eystrasalti.
Finn Jespersen vaks upp í Aakirkeby til hann var 14 ára gamal og hann harmast um, at tey ungu á Bornholm ikki vilja tosa bornholmsku dialektina. -Tey vilja ikki tosa dialektina, tí tað verður flent eftir teimum tá tey koma til Keypmannahavnar, sigur Finn. Hann sigur, at í summum førum líkjast føroyskt og bornholmskt. Eitt nú brekka, ketta, at práta og at gera í báðum málunum.
Í hjartanum í Nexø, beint omanfyri havnarlagið, býr Marita Nielsen úr Havn. Hon og maðurin fluttu higar úr Keypmannahavn eftir at dóttirin og børnini vóru flutt higar. Marita sigur, at á Bornholm er so trygt og friðaligt, og á øllum Bornholm hendir minni enn í Havn. -Her er tað sum at ganga á Vaglinum. Man kennir fólk og heilsar, sigur Marita, sum kortini undrast á, at bornholmarar ikki hava sama vana sum vit at støkka inn á góvið hjá hvørjum øðrum til ein kaffimunn. -Veðrið er altíð gott á Bornholm og hvønn dag er tað sum at hava feriu, sigur Marita. -Her er so friðaligt at tað hendir nógv meira í Havn enn á øllum Bornholm, sigur Marita.
Á einum húsum beint uttanfyri Aakirkeby sæst, at har býr onkur sum hevur okkurt við Føroyar at gera. Har býr nevniliga bornholmarin Niels Kofod, sum í mong ár var flogskipari í NATO og hevði arbeiðsstað á Sornfelli, umframt at hann í frítíðini koyrdi taxabil í Havn. Nú býr hann einsamallur í barnaheiminum, sum er prýtt við nógvum motivum úr Føroyum, bæði uttan og innan. Niels sigur at hann hevur nógv góð minnir úr Føroyum, og hann hevur givið út bók í tveimum bindum frá tíðini sum taxaførari í Havn. Heitið er "Taxamissioner i Torshavn anno 1975-94".
Eyðfríð Poulsdóttir Hansen úr Skopun kom til Bornholm í 1991. Frammanundan vóru foreldrini og onnur í familjuni flutt higar, tí pápin fiskaði í Eystursjónum. Hon hevur verið virkin í fakfelagrørsluni og er í fakfelagsleiðslu á Bornholm. Eyðfríð sigur, at tað gongur striltið at fáa ungfólk at koma í fakfeløg. Tey ungu síggja ikki fyrimunirnar fyrr enn tey koma í trupulleikar í arbeiðnum. Í frítíðini spælir hon golf og er eisini golfdómari.
Hesa tíðina av árinum er ikki tann stóra ferðslan á vegunum á Bornholm. Øðrvísi er á hásumri, tá 20.000 ferðafólk koma og fara um dagin. Tað sæst sanniliga aftur á vegunum, sigur Finn Jespersen. Ferðafólkini eru serliga har norðuri í oynni og har er mangan trongligt. Finn sigur, at m.a. koma flestu 7. flokkar í Danmark til Bornholm á skúlaútferð tá skúlaárið er byrjað.
Hjúnini Tina og John Pauli Jarnskor, sum eru av Skála og av Strondum, høvdu júst bygt nýggj hús Innan Glyvur, tá John Pauli í 1994 fór til Bornholm at ganga á skiparaskúla. Ætlanin var at familjan skuldi bara verða her í eitt ár og so fara heimaftur. -Men vit funnu ongantíð vegin heimaftur, sigur John Pauli. Øll familjan trívist sera væl og síðani eru bæði foreldur og systkin hjá Tinu flutt til Bornholm og tey trívast væl her. Eftir skiparaskúlan sigldi John Pauli stutt. Í mong ár hevur hann arbeitt á sláturvirkinum hjá Danish Crown í Rønne, har tey drepa og virka grísar.