- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Akrar er ein lítil og ókend bygd við Vágsfjørð. Á hesum túrinum støkka vit fyrst inn á gólvið hjá Mariu og Óla Jákupi Krossteig á Leiti, sum er millum Akrar og Lopra. Tey rokast við at fletta og taka upp. Tey búgva í Havn, men eru nógv her suðuri, serliga Óla Jákup, nú hann er pensioneraður.
77 ára gamli Beinar Thomsen, sum býr einsamallur í barnaheiminum á Økrum, er nú elsta fólk í bygdini. Hann minnist tá tey plagdu at fara til Víkabyrgi at hoyggja. Eisini ringdu tey javnan til grannabygdina fyri at frætta tíðindi frá línuskipunum, tí tey í Víkabyrgdi hoyrdu nógv betri skipini í Radio.
Sólfríð Vestergaard ger mat til fjallmenninar. Um veturin er hon nógv bundin av seyði, tí maðurin Jacob Vestergaard er nógv í høvuðsstaðnum í sambandi við politiska arbeiðið. Men Sólfríð dámar væl at fara til Havnar at vitja, tí øll fýra børnini búgva í høvuðsstaðarøkinum.
Jacob Vestergaard greiðir frá, at Akrar er ein niðursetubygd frá Sumba og hon er góð 200 ára gomul. Hann greiðir eisini frá teimum fyrstu fólkunum. Annars hevur hann verið á fjalli í Hovi í dag.
Heidi Midjord Lisberg siglir við Smyrli og er júst komin í land. Vaktin hjá henni hevur hesa síðstu vikuna verið 91 tímar hesa, men so hevur hon eisini frí í tvær vikur. Hon hevur júst fingið sær ein slang og nú skal hon til Vágs á telduskeið í brodering.
77 ára gamla Pearl Midjord, sum er ættað úr Maleisia, hevur búð á Økrum síðani 1977. Hon hevur ógviliga grønar fingrar, tí hon fær alt at vaksa í garðinum. Tað einasta hon hevur plastikk út yvir eru jarðberini. Hitt veksur alt opið.
Ungi Akramaðurin Jákup Bogi Midjord Lisberg flettir fyri mammubeiggjan. Fyri tveimum árum síðani keyptu hann og daman hús í Vági. Tey vóru samd um at tað riggar ikki hjá barnafamiljum at búgva á Økrum, tí her eru eingi onnur børn. Mammubeiggin Petur Midjord er væl nøgdur við skurðin í ár.
Fyrr var skúlin á Leiti, sum er millum Akrar og Lopra, bæði skúli og kirkja. Men síðani skúlin helt uppat, hevur kirkja verið her burturav. Jacob Vestergaard hevur verið deknur her síðani hann flutti aftur í heimbygdina í 1990 og hann lesir lestur hvønn sunnudag.
Hesi eru við í sendingini á Økrum: Óla Jákup Krossteig, Maria Krossteig, Beinar Thomsen, Sólfríð Vestergaard, Jacob Vestergaard, Heidi Midjord Lisberg, Pearl Midjord, Jákup Bogi Midjord Lisberg og Petur Midjord