- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Sagt verður, at Gongufelagið í Havn er fyrsta skipaða gongufelag í landinum. Hesi 30 árini felagið hevur verið til hevur tað skipað fyri omanfyri 1200 túrum.
30 ára dagurin varð hildin í Risastovu í Glyvurshaganum og nógv fólk vóru við og nógv varð gjørt burtur úr. Limir úr GHM spældu og Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Heini Nygaard frá Gongufelagnum hildu røðu. Bette Johansen, ið kom við hugskotinum um Gongufelagið fyri 30 árum síðani og framvegis er ein eldsál í felagnum, ímóti gávu frá Tórshavnar Kommunu vegna felagið, umframt at hon sjálv eisini varð heiðrað.
Í november er harutíð og tí verða ikki langir túrar gjørdir hesa tíðina av árinum. Vit vóru við tá felagið fór gongutúr á Vørðuna og út á Eystnes í nógvum eystanvindi. Tó var klárt í veðrinum og útsýnið gott.
-Gongutúrar í náttúruni eru góðir fyri beinheilsuna og felagsskapurin er deiligur. Fólk, sum ganga úti í frískari luft, eru altíð í góðum lag, sigur Bette Johansen í sendingini.
Tey, sum tosað verður við á hesum túrinum, eru: Heini Nygaard, Bette Johansen, Elin Olsen, Anna Maria Seloy, Brynja Birgisdóttir, Jens Marius Poulsen og Birna Jacobsen.