Við Tórði á túri

Við Tórði á túri: Stóru Dímun
19-06-2017
Stóra Dímun er minsta oyggj í Føroyum, har fólk búleikast. Her búgva fýra vaksin og trý børn.

Júst í hesum døgum reka tey allan seyðin heim til hús, so hann kann fáa heilivág, áðrenn lembingin kemur fyri um fáar dagar. Veturin hevur verið óvanliga harður, men kortini halda tey, at seyðurin er hampiliga væl fyri. Lærarin Hilmar Joensen hjálpir til í rættini.

Yngru hjúnini í Stóru Dímun, Erla og Janus úr Dímun, fluttu út higar at búgva í eitt ár í fyrsta umfari. Nú hava tey verið í fýra ár og tey trívast væl. Síðani hava tey fingið sonin Óla Jákup, sum skjótt verður tvey ár, og í summar kemur eitt barn afturat.

Bóndafólkini Eva úr Dímun og Jógvan Jón Petersen eru felags um allar uppgávurnar á garðinum saman við yngru hjúnunum. Eva greiðir frá arbeiðnum at garva skinn í nýggja framleiðsluhúsinum, og Jógvan Jón ger klárt til raksturin í morgin.

Í Dímun hava tey neyt sum mjólka væl, og yngri Janus kirnar smør til húsarhaldið. Nú hevur hann eisini fingið útgerð at gera ost við.

Gamli Janus, ið fyllir 90 ár hesa vikuna, greiðir frá abba sínum Janusi, ið var starblindur og varð róptur blindi bóndi. Hann var kortini við í øllum arbeiði og hann datt oman, tá teir vóru til bjarga. Fyri stuttum kom málningur hjá Kristini í Geil av blinda bónda aftur til Dímunar. Hann hevur verið í Skúvoy í mong ár.

10 ára gamla Døgg greiðir frá smáu hønunum, ið verpa 18. hvønn tíma. Hon og beiggin Sproti eiga fleiri ymisk djór á garðinum.

Hans Jákup Petersen frá SEV er við í tyrluni út í Dímun, og meðan tyrlan er í Suðuroy, ger hann onkra broyting við el-motorin í oynni.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Býlingurin Bumshamar í Klaksvík hevur ikki bara eitt spennandi navn, men er ein spennandi býlingur og tey sum búgva her trívast væl
27-03-2023
Gamli býlingurin við Sjógv í Kollafirði er serliga kendur fyri kvæðaskaldskapin hjá sjóvarbóndanum. Nú verður arbeitt við at varðveita tað, ið eftir er av tí gamla við Sjógv
20-03-2023
Í Tórshavnar Musikkskúla á Landavegnum 84 í Vesturbýnum er lív í frá klokkan seks um morgunin til ellivu um kvøldið. Á hesum túrinum hitta vit bæði næmingar og lærarar
13-03-2023
Mong halda at økið uttan um Havnará, har viðarlundin eisini er, ein sonn perla í høvuðsstaðnum. Á túrinum í dag vitja vit nøkur av teimum, sum búgva við Havnará
06-03-2023
Vìkardaman Gurið Lómfelli, sum býr í Streymnesi, hevur tríggjar ferðir verið á øllum fjøllum í Føroyum, og nú gongur hon fyri fjórðu ferð. Í dag sleppa vit túr við henni
27-02-2023
Á hvørjum ári hátíðarhalda leirvíkingar, at sólin aftur sær á bygdina hesa tíðina. Og í ár var einki undantak. Yvir 300 fólk og yvir 40 sløg av køkum vóru í bygdarhúsinum
20-02-2023
Nógv er broytt síðani tann gamli føroyski báturin var álitið. Men framvegis hevur hann stóran týdning fyri okkara samleika, halda tey vit hitta í sendingini í dag
13-02-2023
Vit halda fram í Sumba og hitta enn fleiri fólk, ið greiða frá ymiskum viðurskiftum í syðstu bygd í landinum, sum hevur sínar egnu siðir
06-02-2023
Í dag vitja vit í syðstu bygd í Føroyum, Sumba. Ein spennandi bygd, ið hevur fleiri sereyðkenni
30-01-2023
Nógv tiltøk eru á skránni í Tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn. Eirik Suni Danielsen, leiðari, sigur, at hvørja viku eru eini 300 fólk í Tilhaldinum
23-01-2023
Fyrstu trøíni í Kinnalund í Syðrugøtu vórðu gróðursett fyri níggju árum síðani og longu nú er hon ein væl vaksin viðarlund. Vit vitja hana og onnur
16-01-2023
Radioverkstaðið hjá Sævari Halldórsson í Vági er fast savningarstað hjá vágbingum og øðrum suðuroyingum. Sendingin var fyrstu ferđ í Útvarpinum í januar 2019. Hoyr hana her.
09-01-2023