Við Tórði á túri

Við Tórði á túri á Borðuni (2:2)
28-06-2021
Nólsoyar viti varð automatiseraður fyri mongum árum síða. Men her hava familjur búð og børn eru æld upp og gingu í skúla. Tey vita nógv um lívið her

63 ára gamli Trúgvi Samuelsen er seinasta skúlabarnið á Borðuni. Hann keddi seg ikki eina løtu. Hann var vinmaður við teir vaksnu menninar og slapp m.a. við teimum at veiða fugl. Kortini sníkti hann seg sjálvur onkuntíð í bjørgini.


Asbjørn Østerø, dagligur leiðari fyri vitarnar í Føroyum, greiðir frá linsuni í vitanum, sum er tann upprunaliga frá 1800-talinum.


Hákun Torkilshøj sigur, at linsan í Nólsoyar vita er ein av teimum trimum størstu linsunum í heiminum. Sum ungur maður var Hákun avloysari á Borðuni í seks ár.


Gunnvá Zachariasen lesir eitt skriv, sum mamman hevur skrivað um barnaárini á Borðuni. Hon skrivaði tað til sína ommudóttir í sambandi við eina skúlauppgávu.


Hans Petur Kjærbo, økisvitapassari, sigur frá einari spennandi søgu, tá tað spøkti á Borðuni.


92 ára gamla Julianna Samuelsen var saman við manninum Olafi og familjuni á Borðuni í 16 ár. Hon sigur, at hjá konunum var nógv at gera, tí eingin var at gera nakað fyri tær.


Nólsoyingurin Hilmar Joensen var nógv á Borðuni saman við pápanum, ið arbeiddi har í nógv ár. Hilmar sigur, at Borðan var sum eitt ævintýrland.


Systrarnar Kitty Johansen og Katrin Torkilshøj Danielsen greiða frá urtagørðunum og úthúsunum.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Gamli býlingurin við Sjógv í Kollafirði er serliga kendur fyri kvæðaskaldskapin hjá sjóvarbóndanum. Nú verður arbeitt við at varðveita tað, ið eftir er av tí gamla við Sjógv
20-03-2023
Í Tórshavnar Musikkskúla á Landavegnum 84 í Vesturbýnum er lív í frá klokkan seks um morgunin til ellivu um kvøldið. Á hesum túrinum hitta vit bæði næmingar og lærarar
13-03-2023
Mong halda at økið uttan um Havnará, har viðarlundin eisini er, ein sonn perla í høvuðsstaðnum. Á túrinum í dag vitja vit nøkur av teimum, sum búgva við Havnará
06-03-2023
Vìkardaman Gurið Lómfelli, sum býr í Streymnesi, hevur tríggjar ferðir verið á øllum fjøllum í Føroyum, og nú gongur hon fyri fjórðu ferð. Í dag sleppa vit túr við henni
27-02-2023
Á hvørjum ári hátíðarhalda leirvíkingar, at sólin aftur sær á bygdina hesa tíðina. Og í ár var einki undantak. Yvir 300 fólk og yvir 40 sløg av køkum vóru í bygdarhúsinum
20-02-2023
Nógv er broytt síðani tann gamli føroyski báturin var álitið. Men framvegis hevur hann stóran týdning fyri okkara samleika, halda tey vit hitta í sendingini í dag
13-02-2023
Vit halda fram í Sumba og hitta enn fleiri fólk, ið greiða frá ymiskum viðurskiftum í syðstu bygd í landinum, sum hevur sínar egnu siðir
06-02-2023
Í dag vitja vit í syðstu bygd í Føroyum, Sumba. Ein spennandi bygd, ið hevur fleiri sereyðkenni
30-01-2023
Nógv tiltøk eru á skránni í Tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn. Eirik Suni Danielsen, leiðari, sigur, at hvørja viku eru eini 300 fólk í Tilhaldinum
23-01-2023
Fyrstu trøíni í Kinnalund í Syðrugøtu vórðu gróðursett fyri níggju árum síðani og longu nú er hon ein væl vaksin viðarlund. Vit vitja hana og onnur
16-01-2023
Radioverkstaðið hjá Sævari Halldórsson í Vági er fast savningarstað hjá vágbingum og øðrum suðuroyingum. Sendingin var fyrstu ferđ í Útvarpinum í januar 2019. Hoyr hana her.
09-01-2023
Seinni partur av samrøðuni við Fríðhild Abrahamsen í Fuglafirði
29-12-2022