Við Tórði á túri

Við Tórði á túri um tyrlutænastuna hjá Atlantic Airways
19-10-2026
Tyrlutænastan hjá Atlantic Airways er so mangt. Umframt at røkja rutuflúgving til útoyggjar tryggjar hon at Føroyar hava eina tilbúgving alt samdøgrið

-Umframt regluligu rutuna til útoyggjar er tyrlumanningin altíð til reiðar tá boð eru eftir teimum, og tyrlan hevur bjargað mannalívum. Hon er altíð ein skjót hjálp, sigur Inga Tórarenni í Skúvoy.

 

Bæði Inga og hini útoyggjafólkini, sum tosað verður við í sendingini, eru samd um, at fyri útoyggjarnar er tyrlan ein lívlína, og tað hevði verið torført at búð á útoyggj um tyrlan ikki var. Ikki minst í Stóru Dímun eru tey glað fyri tyrluna, tí hon er teirra einasta ferðasamband. Annars er tyrluruta fýra dagar um vikuna, og flogið verður úr Vágum til Mykinesar, Havnar, Klaksvíkar, Svínoyar, Kirkju, Hattarvíkar, Skúvoyar, Stóru Dímun og Froðbiar. Henda dagin vit flúgva við eru Andreas Mouritsen og Rani Herup flogskiparar.

 

Almenn tyrlutænasta varð sett á stovn fyrst í áttati árunum. Tey fyrstu árini var hon undir Strandferðsluni. Í 1994 yvirtók Atlantic Airways ábyrgdina av tyrluflúgvingini millum oyggjarnar. Og í 2021 fór Atlantic Airways undir uppgávuna at reka bjargingartænastuna.

 

Um summarið er tað serliga útlendsk ferðafólk sum flúgva við tyrluni á rutuni, og um veturin er tað nærum bara føroyingar.

 

Fyri fýra árum síðani fekk Atlantic Airways flogskúlan, sum eisini eitur Atlantic Airways Aviation Academy. Umframt okkara egnu flogskiparar, bæði við tyrlu og flogfari, koma nógvir flogskiparar uttanlands frá til Vágar at venja í simulatorinum. Henda dagin vit vitja á flogskúlanum eru tyrluskiparar úr Italia, Kýpros og Svøríki.

 

-Alt byggir á trygd og e kann siga, at eg havi ongantíð kent meg ótryggan í tyrluni og ongantíð kent meg illa í tyrluni, sigur Andreas Mouritsen, flogskipari.

 

Tey, sum vit annars hoyra í sendingini, eru: Andreas Mouritsen, tyrluskipari, Torbjørn Jacobsen, tyrluavgreiðslumaður í Havn, Jóannes Reinert frá Framleiðsluapotekinum, Mikkjal Petur Kerlok í Hattarvík, Høgni Djurhuus, lækni, Beinta Napoleonsdóttir, samkipari, Jón Brian Hvidtfeldt, reportari frá Degi & Viku, Gunnar Krúnufjall, tyrluavgreiðslumaður í Klaksvík, David Hallson Dalsgarð, ferðafólk, Teitur í Sjúrðagarði, ferðafólk, Hans Erik Jacobsen, leiðari á Tyrludeildini, Inga Tórarenni, tyrluagreiðslukona í Skúvoy, Jóanis í Hoygarðinum, bóndi í Skúvoy, Rani Herup, flogskipari, Jógvan Jón Petersen og Eva úr Dímun, bóndafólk í Stóru Dímun, Óla Jákum úr Dímun, fyrrverandi bóndi, og Danjal Bjarkhamar, tyrluavgreiðslumaður í Froðba.

 

Við Tórði á túri

Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. 

Tyrlutænastan hjá Atlantic Airways er so mangt. Umframt at røkja rutuflúgving til útoyggjar tryggjar hon at Føroyar hava eina tilbúgving alt samdøgrið
19-10-2026
Umstøðurnar í Heygshaga eru nógv broyttar hesi seinastu árini, tí áseyðatalið varð minkað ein fjórðing. Tey eru væl nøgd, tí seyðurin er nógv betri nú enn fyrr
12-10-2026
Hovbingar eiga Tjaldavíkshólm, sum er í Tjaldavík beint sunnanfyri Øravík. Hólmurin er 75.000 fermetrar til víddar og er millum 50 og 100 metrar úti á víkini.
05-10-2026
Fuglfirðingurin Jógvan Julius Joensen, sum frá ungum árum búði í Gilleleje, upplivdi sjálvur víða gitnu hendingina, tá 60-80 jødar krógvaðu seg á loftinum í Gilleleje kirkju
28-09-2026
95 ára gamli Jóan Pauli Næs úr Nesi í Hvalba greiðir frá barnaárum, sjólívi og øðrum, og vit vitja hansara barnaheim úti í Nesi
21-09-2026
Nógv halda, at garðaskøran er blivin ein umhvørvistrupulleiki í Føroyum, tí hon veksir so væl og trokar annan vøkstur burtur har hon er. Skipað verður fyri týningartiltøkum
29-06-2026
Við jøvnum millumbilum, umleið 14 dagar ímillum, verður skipað fyri døgurða við føroyskum rættum fyri eldri monnum í Klaksvík. Hugsað verður m.a. um einkjumenn
22-06-2026
Fyri hálvari øld síðani varð fyrsta træið í viðarlundini í Leirvík, Limmulund, sett niður. 50 ára ára dagurin 9. juni bleiv serligur fyri tey avvarðandi hjá Oliviu Joensen
15-06-2026
Ein av fyritøkunum, ið bleiv stovnað í 1800-talinum, er S.P. Petersen í Fuglafirði, sum einaferð hevði 400 fólk í arbeiði. Gomlu handilshølini eru nú prýði fyri ferðafólk
08-06-2026
Tað er eisini ein náttúruuppliving at vitja skotaska høvuðsstaðin Edinburgh, og føroyingarnir vit hitta á hesum túri, hava nógv gott at siga um Edinburgh
01-06-2026
Røktingarmenninir í Skarðhaga omanfyri Hellurnar hava úr at gera nú lembingin er fyri. Símun Hans Jacobsen og Jákup Pauli E. Johannesen samstarva væl
18-05-2026
Trøllkonufingur er eitt væl umtókt mál millum útlendsk ferðafólk sum koma til Føroya. Og hann hevur eisini verið spennandi hjá monnum, ið hava klintrað upp á hann
11-05-2026