Kappast verður í Hoydølum, men felagið arbeiðir við at gera súkklubreytir við rossagøtuna í Havn
Helgi Winther er formaður í Fjallasúkklufelagnum. Hann greiðir frá um tvær kappingar, sum verða í Hoydølum í Havn um vikuskiftið. Øll kunnu melda seg til, sigur Helgi. Umframt hetta greiðir Helgi frá, at felagið skipar fyri arbeiðsvikuskiftum, har tað verður arbeitt við at gera súkklubreytir við rossagøtuna í Havn. Fjallasúkklufelagið arbeiðir harafturat nógv við at gera vart við seg, og í hesum sambandi hava tey fingið framleitt ein film