Flytifuglar

Tekstur

Jólakalendarin - Flytifuglar, snýr seg um 11 ára gomlu Mai, sum býr á Válinum.

Hetta er ein spennandi søga, sum gongur fyri seg í Vestmanna.

Meir fáa vit ikki avdúka, tí ein jólakalendari er altíð loyniligur, so tað snýr seg um at lurta í spenningi.

Fleiri enn 30 leikarar eru við í útvarpsleikinum og tríggir nýggir sangir eru gjørdir til leikin. 

Sí meiri tilfar, um leikin, inni á hesi leinku --> snar.fo/flytifuglar

Partar

Jólakalendarin 2018

So er desember og vit - barnaútvarpið fara at bjóða tykkum eina spennandi jólakalendarasøgu, sum er útvarpsleikurin - Flytifuglar. Í 16 pørtum fara vit at hoyra eina nýskrivaða søgu, sum Elin á Rógvi hevur skrivað. Nýggjur tónleikur er skrivaður og framleiddur til jólakalendarasøguna, og tað er Niklas Johannesen, sum hevur sangskrivað og Elin á Rógvi eigur orðini. Finnur Hansen hevur framleitt tónleikin og Høgni Fagraberg hevur gjørt ljóðmyndina til leikin.
Tá ið vit byrja at lurta eftir einari spildurnýggjari jólkalendarasøgu, so er torført at avdúka, hvat søgan snýr seg um, tí ein jólakalendarasøga er altíð loynilig. So eitt gott hugskot er at lurta nú, tí her kemur 1. partur av jólakalendarasøguni hjá Barnaútvarpinum 2018 , sum eitur Flytifuglar.

Jólakalendarin 2018

.
Tað er desember og vit bjóða tykkum eina spennandi jólakalendarasøgu, sum er útvarpsleikurin - Flytifuglar. Í 16 pørtum fara vit at hoyra eina nýskrivaða søgu, sum Elin á Rógvi hevur skrivað. Vit hoyra nýskrivaðan tónleik, sum Niclas Johannesen hevur gjørt og Elin á Rógvi eigur orðini. Finnur Hansen hevur framleitt tónleikin og Høgni Fagraberg hevur gjørt ljóðmyndina til leikin.
Vit hava hoyrt fyrsta part av leikinum ? Flytifuglar. Vit hoyrdu um ein biltúr til Vestmannar, okkurt er hent, áðrenn biltúrin, okkurt, sum vit als onki vita um. Vit hoyrdu eisini, at Mai og Jóannes fóru inn í eini hús, har sum Jóannes hevur búð. Har hevur hann ikki verið í 25 ár. Nú fara vit at hoyra 2. part og nú fara vit 25 ár aftur í tíðina, og har hitta vit Jóannes, tá ið hann er ein drongur. Lurtið nú, tí her kemur 2. partur av útvarpsleikinum - Flytifuglar.

Jólakalendarin 2018

Vælkomin til útvarpsleikin - Flytifuglar, sum er jólakalendarasøgan hjá Barnaútvarpinum 2018. Vit eru nú komin til 3. part. Vit byrjaðu søguna við einum biltúri til Vestmannar, síðani fóru vit 25 ár aftur í tíðina, tá ið kreppa var í Føroyum og Jóannes og familja hansara stongdu hurðina og fóru avstað - tey flýddu av landinum. Vit hoyrdu um frensin Emil, sum ikki slapp við bátinum til Danmarkar. Eisini hoyrdu vit, at Jóannes letst sova, tá ið hann hoyrir foreldrini tosa í kahyttuni, hann hoyrir pápan siga, at tey fara ikki heimaftur. Tá ið 3. partur byrjar í dag, so eru vit aftur í nútíðini. Lurtið eftir jólakalendaraleikinum - Flytifuglar, sum Elin á Rógvi skrivaði. Niclas Johannesen er tónasmiður, Finnur Hansen hevur framleitt tónleikin og Høgni Fagraberg hevur gjørt ljóðmyndina.

Jólakalendarin 2018

Seinast hittu vit Emmu, sum er vinkonan hjá Mai. Vit fingu at vita, at Mai er fødd í Thailandi, har hevur hon búð saman við ommu síni og abba sínum og hevur gingið í skúla og mátti klippa hárið og ganga í skúla í skúlauniformi. Síðani kom hon til Føroyar at búgva hjá mammu síni og Jóannes. Vit hoyrdu eisini, at tá ið Jóannes búði í Esbjerg, kemur VÍF-liðið til Danmarkar til hondbóltskapping. Hann verður skelkaður, tá ið ein donsk mamma, sló flaggið úr hondini hjá honum, og rópar nassere eftir honum. Emma og Mai spæla eitt detektivspæl og tosa um eitt tiltak á Staðnum í Vestmanna, har børn í teirra aldri sleppa við.

Jólakalendarin 2018

Vit vita nú, at Mai býr á Válinum, sum er í Kvívíkar kommunu. Hon býr í einum gomlum, lágum húsum, sum liggja fyri seg sjálvan, beint við ein bátahyl. Húsini eru býtt í tvey, tey hava annan partin og hin parturin av húsinum verður leigaður út til ferðafólk. Vit hoyrdu seinast, at Mai klandraðist við mammu sína, hon tímir ikki at passa lítlabeiggjan, tí hon skal á Staðið. Hon fer avstað á Staðið, og har verða tey býtt í bólkar at finna hugskot, hvussu tey skulu brúka húsið. Hon er í bólki við tveimum eldri drongjum, sum eita Jákup og Dia. Og nú er Mai nakað kedd, tí tað seinasta vit hoyrdu í gjár, vóru særandi orð, hon rímir tekur súkluna og fer avstað.

Jólakalendarin 2018

Mai er kedd, hon hugsar, at hon er øðrvísi, hevði hon bara ættleidd til eitt nýtt heim, ikki bara tí, at mamman átti hana áðrenn. Tey ættleiddu børnini vóru ynskt, hevði tað bara verið hon. Emma snappar og ringir, tí hon finnur ikki Mai. Mai fortelur um tað, sum hendi á Staðnum, hvat dreingirnir høvdu sagt við hana. Emma sigur, at hon fer at slatra fyri Paula, sum er stjóri á Staðnum. Hon saknar ommuna og abban, hví skuldi hon koma her? Hon minnist flogtúrin til Føroyar, og hvussu omman græt, og at hon hevur ikki sæð tey í fimm ár. Hon ynskir at síggja tey í summar, men soleiðis hevur hon tað hvørt ár. Emma kemur brestandi inn, og byrjar at tosa um tað, sum er hent, men tað vil Mai ikki, at mamman skal hoyra. Emma vil so fegin tosa meira um tað, sum er hent, síðani gongur hurðin og Jóannes kemur brestandi inn og sigur, at eitt barn er horvið í Vestmanna. Jóannes, sum er tíðindamaður hevur fingið frænir av tíðindum, sum ongin annar veit nakað um.

Jólakalendarin 2018

Seinast hoyrdu vit, at ein drongur er tikin úr einum vogni í Vestmanna, mamman hevði lagt hann út at sova. Babyalarmurin var í vogninum. Men tá ið mamman kemur út í vognin, er ongin drongur. Øll eru skelkað. Heima hjá Mai gjørdu tey døgurða, og Emma, vinkona Mai át saman við teimum. Jóannes, sum er tíðindamaður kemur heim og vísir teimum eina káma mynd av einum lítlum barni við hvítum krúllum. Hetta er Olivur. Drongurin, sum er horvin. Hetta er beiggi Jákup, sum segði tey ljótu orðini við Mai hin dagin á Staðnum. Vit hoyrdu eisini, at Mai verður kedd, tá ið mamman sigur, at hon skal uppføra seg sum ein góð thailendsk genta. Tá fer hon at hugsa um ommu sína og abba sín í Thailandi, um hvussu lívið var har, hvussu glað mamman var, tá ið hon búði í Thailandi, tá var hon mild og blíð. Nú eru vit spent at hoyra meira, her kemur 7. partur av jólakalendarasøguni - Flytifuglar. Elin á Rógvi skrivaði og Niclas Johannesen er tónasmiður. Finnur Hansen hevur framleitt tónleikin, og Høgni Fagraberg gjørdi ljóðmyndina.

Jólakalendarin 2018

Vit hoyra um Mai, sum býr á Válinum saman við mammuni og manni hennara, Jóannes, sum er tíðindamaður í Miðlahúsinum. Saman eiga tey Jón. Mai er fødd í Thailandi og hevur gingið í skúla har. Síðani flutti hon heim til Føroyar til mammu sína og Jóannes. Seinast hoyrdu vit, at nú eru tvær vikur síðani, at ára gamli Olivur varð tikin úr barnavogninum uttanfyri húsini, har hann býr í Vestmanna. Kanningar verða gjørdar og fólk eru bangin, hvat man vera hent honum. Mamman bað Mai fara út at trilla Jón, beiggja sín, tí mamman torir ikki at leggja hann út at sova, og vil hava Mai at trilla hann. Mai setur spurnartekin við, hví mamman er bangin um Jón og ikki um hana, tá ið hon var hinumegin jørðina. Mai og mamman klandraðust. Síðani fór Mai út at trilla beiggja sín, og hon ætlaði sær út í Nes at venda. Tá møtir hon konuni í grannaíbúðini, sum eisini eru úti og trillar dóttir sína. Tær fara at práta og fylgjast heimaftur. Hon er hálvur vestmenningur og Mai heldur, at hon er smart, blíð og fitt í mun til mammu sína. Oda eitur hon, og Oda bjóðar Mai at koma á vitjan. Mai vil fegin síggja bátin. Meðan tær tosa, snappar Emma. Emma, vinkona Mai snappar og sigur, at sjóðseyðamaðurin er burtur, kanska er tað hann, sum er atvoldin til, at Olivur er horvin úr barnavogninum. Emma hevur sett sær fyri at uppklára, hvør hevur tikið Olivur. Hvør man tað vera? Og hví er sjóðseyðamaðurin horvin? Lurtið eftir 8. parti av jólakalendarasøguni - Flytifuglar. Elin á Rógvi skrivaði. Niclas Johannesen hevur skrivað tónleikin til leikin. Finnur Hansen hevur framleitt tónleikin. Høgni Fagraberg hevur gjørt ljóðmyndina.

.Jólakalendarin 2018

Seinast hoyrdu vit, at mamma Mai, vildi hava Mai við til læknakanningina hjá Jón - hann skal til tvey ára kanning. Mai skal hjálpa mammu síni, um mamman ikki skilir alt, sum verður sagt, tí hon er thailendsk. Tær sita á læknamiðstøðini í Gørðum. Mai byggir Lego við Jón og beint við legoborðið, sita tvær konur og teska. Tær tosa um, at mamma Olivur ikki ynskti sær hann, og hvussu móð mamma hansara var. Tær sita og gita, hvat er hent, og at mamman møguliga er innblandað. Mai vitjar Emmu, og tær tosa um sjóðseyðamannin, tær tosa um, at politiið ikki fer at lurta eftir einum barni, sum boðar frá. Meðan tær práta, fær Emma eitt snap. Tvey børn eru horvin úr barnagarðinum í Vestmanna - tvey børn horvin afturat í Vestmanna? Tær renna avstað. Og tá ið vit endaðu seinast var alt í einum ruðuleika. Lurtið nú, tí her kemur 9. partur av jólakalendarasøguni - Flytifuglar, sum Elin á Rógvi skrivaði. Niclas Johannesen hevur gjørt tónleikin til leikin og Finnur Hansen hevur framleitt tónleikin. Høgni Fagraberg gjørdi ljóðmyndina.

Jólakalendarin 2018

Í seinasta parti hoyrdu vit, at børnini í Gjáarlon vóru funnin aftur, tey vóru farin í eitt seyðahús at spæla. Mai fór at hyggja eftir bátinum hjá Odu og Jason. Oda greiðir Mai frá, hví báturin eitur Dream Catcher. Tær hugna sær. Oda er so fitt, og Mai fer at hugsa um mammu sína, tá ið Mai lærdi seg føroyskt. At mamman var ill, tá ið Jóannes lærdi Mai føroysk orð, tí tey høvdu larmað og órudda, mamman var allarhelst ill, tí hon var øvundsjúk, at Mai lærdi so lætt føroyskt og at Jóannes hjálpti henni. Emma, vinkona Mai er røsk at snappa. Emma biður Mai koma á matstovuna, og biður hana taka babyalarmin hjá Jón við. Orsøkin er, at Emma veit, at tveir politistar fara at sita við eitt borð á matstovuni og eta. Tær ætla at lurta, hvat politiið fer at siga, tí tær vilja finna útav, hvat er hent Olivuri. So í dag byrja vit søguna á matstovuni. Her kemur 10. partur av jólakalendarasøguni - Flytifuglar.

Jólakalendarin 2018

Vit eru stødd í Vestmanna og á Válinum. Her er nógv at finna útav. Tað seinasta vit hoyrdu var, at Emma og Mai lurtaðu eftir, hvat politiið segði, tá ið teir sótu og ótu á matstovuni. Tær fóru útum og settu seg at lurta. Teir tosaðu um innandura fótbólt og um eina skjótivenjing. Tær sita kaldar uttanfyri og fáa ikki nógv at vita, men tá ið Emma er á veg inn eftir babyalarminum, fáa tær at vita, at sjóðseyðamaðurin er funnin í Frankaríki. Pápi Emmu koyrir Mai heim, og hon fer at hugsa um pápa sín. Hann var fluttur til stórbýin. Mai saknar frukttrøðini og hitan og tað at hoyra til, hon saknar ommu sína og abba sín, sum vóru so góð við hana. Nú eru seks vikur síðani Olivur hvarv, og hann hevur havt 1 ára føðingardag. Politiið hevur ikki nógvar slóðir at elta, øll í bygdini eru við at missa vónina, og tey skipa fyri sangløtu á Reyða Torginum í Vestmanna. Mai bar eyga við svaka Egon, sum býr einsamallur í einum gulum húsi, sum standa einsamøll á ein trøð. Mai eygleiðir hann, seinast hon sá hann, var tann dagin Olivur hvarv, hann bar okkurt, sum hann tosaði við. Man tað vera Egon? Lurtið nú - her kemur 11. partur av leikinum - Flytifuglar.

Jólakalendarin 2018

Flytifuglar er jólakalendarasøga hjá barnaútvarpinum 2018. Vit er nú komin til 12. part av leikinum. Elin á Rógvi er rithøvundur. Niclas Johannesen er tónasmiður. Finnur Hansen framleiður tónleikin og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Í seinasta parti vóru vit á Reyða Torginum í Vestmanna, har var skipað fyri sangløtu. Mai heldur, at tað er so syrgiligt at vera har og fer heim. Tá ið hon kemur heim, luktar tað av thailendskum mati. Mamman ger mat til hennara thailensku vinkonur, sum koma til Vestmannar, og sum skulu eta saman úti hjá Sonni. Mamman argar Jóannes, tí hann mungar eftir vælangandi matinum. Tá kemur Mai at hugsa um, hvar mamman og Jóannes hittust á fyrsta sinni. Hon spyr og verður glað at hoyra, at tey møttust í Aarhuus og tað var romantiskt, sum hjá øllum øðrum og tað var ein góð søga. So tað passaði ikki, sum tey søgdu hin dagin á Staðnum. Hetta var eitt hugnaligt kvøld. Emma heldur ikki, at tað er svaki Egon, sum er orsøkin til, at Olivur er horvin, men hon vil hava Mai at siga tað við Jóannes. Mamman fer til Sonni og Jóannes fer til Bárð, og bæði vilja hava Mai við, men hon tímir ikki við, hon vil sjálv avgera, hvat hon brúkar sín frídag til. Hon hjálpir mammuni at bera matin út í bilin. Mamman man ikki hava lagt merki til, at hon ikki er farin innaftur í húsið, tí tá ið hon skal innaftur er stongt, og hon kemur í tankar um, at hon gloymdi at siga Jóannes um svaka Egon. Nú verður spennandi at hoyra - lurtið tí her kemur 12. partur av jólakalendarasøguni - Flytifuglar.

Jólakalendarin 2018

Tað er kavi. Fyrstu ferð Mai sá kava var í Føroyum, hon hugsaði, hvussu tað hevði sæð út við kava í Thailandi yvir strondina, á húsunum og á fruktrøðunum. Meðan hon gongur uttanfyri við bátahylin, rópar Oda eftir henni, og spyr um hon kann ansa Miriam, meðan hon fer at keypa. Oda er blíð og sigur, at hon kann keypa okkurt til tær heimaftur við, afturvið einum drekkamunni. Tá ið Oda er farin, fer Miriam at grenja, hon roynir at práta við hana, at ugga hana, vísir henni bamsu, spegl, men onki hjálpir. Hon følir at blæan er vát og fer at skifta blæuna. Mai verður skelkað, tí tá ið blæan fer av, sær hon, at Miriam ikki er Miriam, men ein drongur. Í skápinum sær hon svarta hárlitingina og slættijarnið. Mai hugsar um kámu myndina av Olivur, sum hevur verið at síggja í bløðum, myndin av ljóst purluta dronginum, sum er horvin. Man hetta vera Olivur?

Jólakalendarin

Mai er stødd inni hjá Odu, hon hevur funnið útav at Miriam ikki er Miram, Miriam er ein drongur. Hon letur hann í. Hon veit ikki hvat hon skal gera, hon fer niðan brekkuna, hon smárennur, men beiggin er tungur. Telefon liggur heima, og hurðin er stongd. Har er onki fólk nakrastaðni, hon tekur í hurðina á tveimum húsum, men har er stongt. Tá ið hon kemur omanaftur á vegin, sær hon eina konu við tveimum innkeypsposum. Tað er Oda! Oda rópar á hana, men Mai vendir omanaftur, Oda sær, hvussu fjálturstungin Mai er. Mai finnur ongan útveg, hon er fangað, einasti møguleiki er at fara í jolluna í bátahylinum. Mai tekur eina ár, Oda skrykkir í árina, men Mai sleppur útfrá. Oda rópar og roynir at sleppa í jolluna, men jollan er longu tveir metrar burtur frá. Oda er frá sær sjálvari, og rópar, at hon vil hava gentuna, og Mai rópar, at Miriam ikki er ein genta og spyr um hon hevur stolið eitt barn. Mai er deyðarødd, um Oda kann gera sær okkurt.

Jólakalendarin 2018

Seinasta vit hoyrdu í jólakalendarasøguni var ein ótrúligur spenningur. Mai er stødd í jolluni og er sloppin so mikið útfrá, at Oda fær ikki fatur á henni. Oda ringir til Jason og biður hann koma beinanvegin. Men so startar motorurin í jolluni, og hon siglir avstað við dronginum, hon ætlar sær inn í bátahylin í Vestmanna, men so hoyrir hon bátamotor aftanfyri seg. Hon heldur, at tað ein bátur, sum kemur henni til hjálpar, men so er ikki, tað er Dream Catcher, ið eltir hana. Ístaðin fyri at fara inn í bátahylin, so fer hon beint inn í Fitjarbeach. Hon siglir so langt sum hon kann, og vassar upp á strondina og inn á vegin, har hon steðgar bussinum, drongurin er tungur at bera. Hon hevur ongar pengar, so hon sigur bara, at hon skal gjalda seinni, alt fyri, at hon sleppur avstað við bussinum sum skjótast. Tá ið bussurin steðgar í Kvívík, spyr hon eina konu, um hon kann lána telefonina. Konan gevur henni telefonina, og í somu løtu, stendur Jason har og sigur, at hon kann lána mína, innanfyri jakkan vísir Jason, Mai ein revolvara.

Jólakalendarin 2018

Í dag er jólaaftan, og í dag hoyra vit seinasta part av jólakalendarasøguni - Flytifuglar. Nú er spennandi, tí tað seinasta vit hoyrdu var, at Mai var í bussinum, og hon hevur Olivur hjá sær. Jason, sum hevur ein revolvara undir jakkanum, vil hava Mai úr bussinum, men tá ið hon reisir seg upp, rópar busssjaførurin, at hon ikki hevur goldið. Meðan Jason rindar fyri hana, tekur Mai eina telefon frá einum sovandi manni. Tá ið bussurin steðgar í Kvívik og tey eru komin út, biður Jason hana seta seg á ein bonk, meðan hann ringir til Odu. Tá roynir Mai at ringja neyðuppkall 112. Hon fær samband við alarmsentralin, men fær onki sagt, tí Jason eygleiðir hana. Hann sigur, at Mai skal við teimum, tí annars fer hon at slatra um barnið, tey hava tikið og um alt, sum er hent. Síðani ringir hon einaferð afturat, og fær teska hjálp. Tá ið tey ganga omanímóti kajuni, roynir Mai at tosa soleiðis, at Jason svarar. Jason sær, at hon brúkar telefonina, og spyr hvønn hon tosar við. Hon sigur honum, hon tosaði við mammu sína. Jason tekur telefonina, og so ringir telefonin, og tað er frá alarmsentralinum, hann brýtur av og blakar telefonina í ánna, og sigur við Mai, at hetta fert tú at angra! Nú verður spennandi at hoyra, hvussu alt fer at enda - lurtið nú, tí her kemur seinasti partur av jólakalendarasøguni - Flytifuglar.