- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ding ding pippting
Horvin mjólk og mjólkapakkahús
30-11-2012
Tað kundi verið lekkurt við einum glasi av mjólk, men hvar er mjólkin? Jensina syngur ein sang, og hvar fara tey at enda í dag?

Ding ding pippting
Hesa ferð eru Jensina og Ljóðfílurin flutt niður í kjallaran hjá mostrini, tí tey óruddaðu so illa uppi á. Tey hava innrættað sær tað sera hugnaligt við lampum og tingum, tey hava funnið, og tey liva har í síni egnu Pipp-verð. Hvør sending viðger eitt evni, eitt nú bilar, at sova, gamlar dagar, bamsur osfr. Jensina tosar við børnini og Ljóðfílin, syngur ein sang, fer ein túr ígjøgnum Loyniligu Loynihurðina, hittir onkur fólk har og fer síðani heim at gera eitt Pippting. Hugflog, litir og spontanitetur eru nøkur av lyklaorðunum.







