Dreymurin um eitt hondbóltslív

Dreymurin um eitt hondbóltslív
23-04-2022
- føroyskur barnadokumentarur frá 2022.

Í Føroyum íðka 2.200 fólk hondbólt, og alsamt fleiri spælarar fara uttanlands at royna hondbóltseydnuna. Tveir teirra eru tann 19 ára gamla, Rakul Wardum, og tann 16 ára gamli, Óli Mittún. Rakul fór longu sum 16 ára gomul niður á Skanderborg Elite Håndboldakademi og spælir nú við Ajax í Keypmannahavn, og Óli Mittún skrivaði í mars í ár undir sáttmála við svenska meistaraliðið, Sävehoff. Í sendingini greiða tey frá sínum dreymum um framtíðina og umrøða eisini tann longsul, sum kann gera um seg, tá ungfólk flyta burtur.

Dreymurin um eitt hondbóltslív