- Tíðindi, mentan og ítróttur
Guli skúli
Guli Skúli
29-04-2022
Í Gula skúla eru 47 næmingar. Hetta eru næmingar, ið onkursvegna ikki hava trivist í føroyska fólkaskúlanum. Tey eru í aldrinum 10-19 ára gomul. Í Gula skúla er ein øðrvísi tímatalva, og næmingarnir velja eftir áhuga, hvat teir gera ein part av degnum. Vit hitta Evu og David, sum fluttu skúla og ganga nú í bláu stovu í Gula skúla. Her trívast tey væl og hava ein stuttligan og áhugaverdan gerandisdag.

Guli skúli
Guli skúli er ikki eins og hinir skúlarnir. Her ganga 47 næmingar, sum onkursvegna ikki trívast í føroyska fólkaskúlanum.