Labbaliðið

Hvølpar bjarga robotti
23-02-2026
Tá ið robotturin hjá Reiðari brotnar, missir Reiðar tamarhaldið á honum.

Tá ið robotturin hjá Reiðari brotnar, missir Reiðar tamarhaldið á honum. Robotturin ger nógv um seg í býnum, so Labbaliðið má royna at fanga hann.

Labbaliðið

Í Labbaliðnum eru seks raskir hvølpar, sum altíð eru til reiðar at bjarga degnum. Tað er dugnaligi liðskiparin Reiðar, sum býtir uppgávurnar út, og Djarvi, Brandur, Flog, Kneysi, Tóti og Streymur fara fús til verka. Øll duga okkurt serliga væl og hava hvør sítt far at loysa fløkjurnar við í Ævintýravík. Labbaliðið lærir okkum, hvussu umráðandi tað er, at øll arbeiða saman og hjálpa hvørjum øðrum. Røðin er full av gleði, samstarvi og góðum ævintýrum.