Les Vimús

Pápi Sally tímir ikki at vera vaksin
16-03-2026
Les Vimús

Sally er troytt av at vera barn. Mann skal alt møguligt keðiligt, og tey vaksnu bestemma alt. Pápi Sally, hinvegin , er troyttur av at vera vaksin. Ein dagin býta tey um, so Sally skal vera tann vaksna, og pápin skal vera barnið. Sally skal bæði eftir pápanum á arbeiðinum, keypa inn og gera døgurða. Pápin skal tíðliga í song. Tað verður ein ordiliga løgin dagur. Thomas Brunstrøm skrivaði og Thorbjørn Christoffersen myndprýddi. Silja Aldudóttir týddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2024. Edvin H. Niclasen lesur. Sendingin eitur Les Vimús og Vimús er altíð spentur at lesa bók. 

Les Vimús

Inni í holuni hjá Vimúsi eru nógvar bøkur, ja eitt heilt músabókasavn.

Vimúsi dámar væl at lesa søgur. Og eisini at siga frá søgum.

Og Vimúsi dámar eisini at lurta eftir søgum.

 

Og tí tímir Vimús væl at fáa vitjan. Ein søguvitjan er altíð góð. Ein søguvitjan er soleiðis, at ein lesur søgu og hin lurtar eftir søguni, tað vil siga, at ein lesur og Vimús og øll hini lurta.

Páll Danielsen leggur til rættis.