- Tíðindi, mentan og ítróttur
Palli Halaleysi
|
Birgitta og familjan eru farin í summarhús, og frá bóndanum fær hon ein fittan, lítlan kettling, við ongum hala. Birgitta og Palli verða skjótt bestu vinir, men í illveðrinum dettur Palli í ánna, og fer rekandi avstað allan vegin inn í býin. Hann er so bangin og leingist illa eftir síni Birgittu, men so hittir hann Maju. Maja er ein blíð og týð ketta, sum tekur væl ímóti Palla og vísir honum runt í býnum. Har møta tey mongum øðrum kettum, nakrar eru fittar, og nakrar ikki so fittar, serliga ikki Mons, sum er rættiliga ráðaríkur. Hóast Palli hevur tað gott saman við Maju og hinum kettunum, leingist honum framvegis heim, og eftir Birgittu. Men um tað eydnast honum, fer filmurin at vísa okkum. |

Palli Halaleysi
Palli Halaleysi snýr seg um vinalag og at finna sínar røtur. Um at góðtaka hvønn annan júst so, sum vit eru – um vit hava hala ella eru halaleys.
Filmurin snýr seg um at vera fitt og vinalig hvør móti øðrum, hóast goyggjandi hundar og gjøldur verður gjørt burtur úr tær.
