- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vitin
2. partur
04-12-2024
Munnu foreldrini fara at koma í dag? Enn er ódnarveður. Og tað sær ikki gott út. Hvussu við mati? Hava tey nakran mat? Og munnu børnini duga at geva vættrunum burturav? Og so er tað fartelefonin, riggar hon? Áh, her eru so nógvir spurningar, men lat okkum hyggja hvussu leikur fer. Tí hesi børnini, kenni eg tey rætt, eru ikki ráðaleys. Okkurt fara tey at finna uppá – hóast tað ikki sær gott út hjá teimum.
Vitin er heitið á jólakalendaranum hjá sjónvarpinum í ár. Høvuðspersónarnir eru tey trý systkinini Fríði, Bjørt og Gylli, sum í ár fáa eini minnilig jól úti á Borðuni. Men tað er ikki altíð lætt hjá teimum, tí tey fáa óvæntaða vitjan, men tey fáa tíbetur eisini óvæntaða hjálp.

Vitin
Føroyskur jólakalendari frá 2006.

