Í barnasendingini "Hvat gera tit?" fara vit at undrast saman við Maluni og Nikláa.
Við morgunmatarborðið gongur prátið væl, og nógvir spurningar eru, sum Malan og Niklái kjakast um. Tey eru ikki altíð samd, og ofta hava tey hvør sína hugsan um, hvussu ymiskt hongur saman.
Tá er gott at kunna leita sær ráð hjá øðrum. Tí fara Malan og Niklái at vitja ymisk arbeiðspláss, har tey hitta spennandi fólk, seta spurningar og sleppa at royna seg í ymsum uppgávum.
