Minifiddlers

/var/www/kvf/sites/all/themes/bootstrap_subtheme/entity_render/node--vit_utvarp.tema.tpl.php
Minifiddlers
13-06-2016

Altjóða minifiddlers-festivalur hevur verið í Føroyum í døgunum 8.-12.juni. 45 næmingar úr fleiri londum venja við Géza og øðrum strúkaralærarum. Hetta eru næmingar, sum eina ferð um vikuna fáa fjarundirvísing í violin. Nú hittust tey her í Havn at spæla violin saman. Tey eru úr Danmark, Týsklandi, Ísrael, Lapplandi, Finnlandi og Suðurkorea. Børnini eru 8-12 ára gomul og fimm føroysk børn eru eisini við. Festivalurin endaði við konsert í Norðurlandahúsinum. Vit vóru har við mikrofonini, tá ið legan var byrja og her var nógvur tónleikur at hoyra.