Eg eri ein prinsessa, 1. partur

/var/www/kvf/sites/all/themes/bootstrap_subtheme/entity_render/node--vit_utvarp.tema.tpl.php
Eg eri ein prinsessa, 1. partur
10-10-2021

Tá ið tað er keðiligt at ganga í barnagarði, so kanst tú finna upp á ævintýr sjálv.

Tí er tað, at konan í barnagarðinum í veruleikanum er ein heks, sum er í parti við uppvaskidrekanum, og nú ætlar uppvaskidrekin at stjala gullið á gullfiskinum Blobb, men tað skal hann ikki sleppa, tí Katrin ætlar at bjarga honum.

Og tað fer hon at klára, tí hon er jú ein prinsessa!

Elin á Rógvi skrivaði bókina "Eg eri ein prinsessa". Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2018. Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Elin á Rógvi lesur.

Eg eri ein prinsessa

Søga í tveimum pørtum.

Elin á Rógvi hevur skrivað bókina "Eg eri ein prinsessa". Og Elin á Rógvi lesur fyri okkum.

Katrin gongur í barnagarði, og hon hevur sera lívligt hugflog, og so vil hon vera viðurkend sum tann, hon er í veruleikanum.