freia.jpg

Barnaútvarpið - Korona 6. partur

Barnaútvarp við frástøðu.

Vit hoyra Bjarka syngja sín korona sang og Freiu greiða frá um violinundirvísing á telduni

 

Aðrir partar

Vit tosa um hamstara

Í barnaútvarpinum hava vit sagt, at vit fara at hava ymiskar kappingar. Seinast bóðu vit tykkum senda myndir inn av onkrum gomlum, sum tit funnu í skápinum. Vit hava fingið hópin av myndum av børnum, sum vísa gamlar pakkar av rís, sum eru útgingnir og mangt, mangt annað. Í dag fara vit at biðja tykkum gera eitthvørt kreativt við vesirullum - roynið og gerið vesirullulist. Sendið myndir inn og tit eru við í kappingini at vinna páskaregg. Eisini hava vit tosað um at hamstra, og Elin fer at práta við Beintu og Naomi, sum hava hamstara.

Vit eru á Teams

Teams er ein pallur, har tað ber til at hava fund á netinum. Í hesum døgum eru næmingar í miðdeild og hádeild á Teams, tí tað er her, tey hitta lærara og floksfelagar. Hvussu er at hava undirvísing á Teams? Anna Helena í 4.flokki í Eysturskúlanum í Havn og Lív, sum er flokslærari, fara at greiða frá.

Telefonsamrøður, tónleikur og prát

Vit fregnast, hvat børn gera, nú tey hava frí. Jensina, Anna Fríða og Bjarki fara at greiða frá

Barnaútvarp í frástøðu

Í dag tosa vit við Martin, ið hevur sent okkum mynd av útilist, sum skúlin á Argjahanri skipar fyri

Bamsuveiða og lutur úr Kina

Hesa ferð hoyra vit um bamsuveiðu, sum Barnabati hevur fingið í lag. Silja í Norðagøtu hevur sæð 78 bamsur í Norðagøtu og hon fer at greiða frá. Símun Hansen úr Svínioy fer at greiða frá luti úr Kina. Eisini er nýggj kapping á skránni. Her ber til at finna og uppá at gera okkurt við sokkum. Sendið inn og tit eru við í kappingini at vinna páskaregg.

12. sending

Vit tosa við Sjúrð Hammer um fuglabingo

Vit hoyra um fuglar

Hósdagin 2. apríl klokkan 10:00-10:30 fara vit at telja fugl. Í hesum sambandi fara vit tosa um fuglar. Palli, sum gongur í 2.a í skúlanum á Fløtum fer at greiða frá.

Vit hoyra um hønur og um fuglabingo

Elin hevur hønur og tað vilja vit fegin hoyra um í dag. Elin og Eva eru farnar út og tær fara at greiða frá, eisini hoyra vit hønurnar á Argjum. Í dag er fuglabingo klokkan 10.00-10.30. Tá fara vit at telja fugl og so fara vit inn á facebook síðuna hjá Føroya Fuglafrøðifelag, har er ein leinkja at fylla út.

Barnaútvarpið frástøðu

Í dag finna vit útav, hvør vinnur tey 3 páskareggini

Sjúrður Hammer fer at greiða frá.

Hósdagin 2. apríl frá klokkan 10.00 til 10.30 varð skipað fyri fuglabingo. Tá bar til at telja fugl heima í stovuni. Í barnaútvarpinum hesa ferð fara vit at fregnast at vita, hvussu nógv taldu fugl og hvørjir fuglar vóru at síggja. Sjúrður Hammer fer at greiða frá.

Barnaútvarp í frástøðu

Óluva Lín og Vár Sól práta um, at barnagarðar lata uppaftur og korona smittuna.

Barnaútvarp í frástøðu

Levi og Rannvá ganga í 6.flokki í skúlanum við Løgmannabreyt. Tey halda, at tað er keðiligt, ikki at sleppa í skúla. Tey sakna skúlan og at vera saman við vinum.

Flaggdagur

Merkið varð 101 ár leygardagin, vit halda flaggdag í barnaútvarpinum.

Telefonsamrøða, tónleikur og prát

Vit tosa við Elsebet, sum er stødd úti í Svínoy. Eisini hoyra vit um kapping, har tað ber til at vinna páskaregg. Til ber at senda myndir inn á jonna@kvf.fo ella Elinr@kvf.fo.

Vit vitja Jonhard Mikkelsen

Sum hevur fingið eina virðisløn, frá einum forseta.

Vit tosa við lækna

Rói á Kósini er lækni, og hann fer at greiða frá hondreinføri.

Vit hoyra um koronahár

Vit tosa við Jónas og Oliviu

Vit hava fingið fleiri brøv og myndir sendandi. Eitt nú fingu vit bræv frá Oliviu, sum hevur føðingardag. Jónas er í Famará, og hann fer at greiða frá, hvat hann ger um dagarnar.

Vit halda grækarismessuhald og fara at tosa í telefpm

Jóhan Bolstad Mortensen flytir fram røðu. Eisini fara vit at ringja til børn, sum hava sent inn til kapping.

Vit tosa um rørslu og at vera úti

Tað hevur stóran týdning at røra seg í hesum døgum. Sigrun Danielsen, sum er fysioterapeutur, fer at greiða frá. Martin fer at greiða frá, hvat tey gera á Sandi, nú tey ikki eru í skúla.

Óli og Anna Katrina greiða frá

Hvør vinnur páskareggið? Í dag endar kappingin, sum snýr seg um at gera eitthvørt kreativt úr vesirullum. Óli hevur sent inn og hann fer at greiða frá. Anna Katrina ger alt møguligt kreativt, nú hon hevur frí, og hon hevur fleiri góð hugskot.

Vit tosa um at savna rusk

Beinta Johannesen, sum er lívfrøðingur, fer at greiða frá, hvussu týdningarmikið tað er at rudda í náttúruni. Súsanna, sum býr í Klaksvík, hevur verið túr við familjuni, og hevur funnið nógv rusk. Sendið myndir, so eru tit við í kappingini at vinna páskaregg.