Tey í Skúlaspíranum í Leirvík hava verið í skúla í 100 dagar, og í hesum sambandi skipa tey fyri veitslu.
Nóam hevur sent okkum bræv og hevur bjóðað okkum við til fótbóltsvenjing í FC Hoyvík.
Aðrir partar
Vit hava fingið bræv frá Miu, sum er 9 ára gomul og býr í Vestmanna. Pápin hevur bátin Blástein, og hann fer ofta út at fiska við ferðafólki. Vit eru sera hepnar at sleppa at fiska saman við Miu og beiggjanum, sum eitur Tóri, sum er 12 ár.
Bjørk Germaine er 10 ára gomul og hon hevur bjóðað okkum við á Margarinfabrikkina í Havn.
Vit hava fingið bræv frá Onnu Elisabeth. Hon eigur hundar, hønur, marsvín og fiskar. Hon hevur bjóðað okkum til Rituvíkar, har hon býr.
Vit hava fingið bræv úr Syðrugøtu. Vit fara at vitja Aron og Grækaris, sum gera legofilmar. Men hvussu gera teir legofilmar? Kom og lurta!
Tey í 5.flokki í Sands skúla eru Ársins Vitanarfróðu 2019. Yvirskriftin var - Hvønn lit hevur spegl?
Jøkil, Heri og Birni eru beiggjar. Teir búgva á Glyrvum. Teir gera alt møguligt og hava nógv djór.
Vit eru á vitjan í Streymnesi. Her býr 8 ára gamli Benjamin, sum eigur nógv lego. Vit hoyra, tá ið hann byggir og greiðir frá.
Í skúlanum í Eysturkommunu arbeiða tey við verkætlanini Betri vinir. Bamsan hevur verið á vitjan, og tey hava havt ein stuttligan dag við øllum góðum. Eisini syngja tey nógv í skúlanum.
Tey í Vágs skúla hava boðið okkum á vitjan. Her hava tey gjørt eina tónleikaverkætlanina - Blandað bomm. Næmingar í 6.flokki fara at greiða frá.
Vit hava fingið bræv frá 14 børnum, sum ganga í skúlabólki í Klaksvík. Tey halda til í Gerðastovu. Tey hava sungið Burtur á heiði í studio og so hava tey gjørt ein film.
Vit hava fingið bræv úr Nólsoy. Tey bjóiða okkum við, tí børnini í skúlanum og barnagarðinum gera ein film.
Vit hava fingið bræv frá Emiliu, sum hevur rossið Baldur. Vit fara á vitjan og Emilia fer at greiða frá.
Vit eru til hundavenjing saman við Emiliu. Hon eigur hundin Livu. Emilia fyrireikar seg til hundaframsýning.
Vit eru í Klaksvík, tí næmingar á Skúlatrøð hava evnisarbeiði um endurnýtslu.
Vit hoyra um, hvussu týdnngarmikið tað er at hava endurskin. Lovisa Petersen Glerfoss fer at greiða frá.
Vit vitja Brynhild Høgnadóttir, sum arbeiðir á Ráðnum fyri ferðslutrygd. Tað er sera týdningarmikið at brúka endurskin, serstakliga tá ið tað er myrkt meginpartin av degnum. Eisini fáa vit onnur góð ráð um ferðslu.
Næmingar í Frískúlanum í Havn, sum er á Velbastað, hava havt evnisarbeiði um grind. Tey hava bjóðað okkum við.
1. 2. og 3. flokkur í Leirvíkar skúla hava evnisarbeiði um náttúruna. Vit hoyra tey greiða frá og fara eisini ein túr oman í fjøruna í Leirvík.
Í 3.flokki í skúlanum á Fossanesi eru fýra gentur. Tær eru allar á sama liði í estetiskum fimleiki.
Tað er stuttligt at sova saman, siga Fípa, Ida og Jónhild. Tær sova ofta saman og hesa ferð eru tær heima hjá Fípu.
Vit eru í Miðvági saman við Fjólu, sum hevur spælt tvørfloytu, síðani hon var 6 ára gomul.
Í barnaútvarpinum fara vit at gera føstulávintsbollar saman við Olevinu í Klaksvík. Vit eru hjá Mariettu.
Hesa ferð eru vit í Gøtu skúla, tí tey hava boðið okkum í felags føðingardag. Á hvørjum ári halda tey føðingardag, og gera nógv burturúr undirhaldi. Eisini fáa tey morgunmat og hava blandað bomm við.
Silas og Gilli venja yngri lið í amboðsflimleiki, og tað er ordiliga spennandi, halda teir. Teir eru eisini við í kappingarliði í amboðsfimleiki hjá Havnar Fimleikarfelag. Teir greiða frá kappingum og venjingum.
Vit hava fingið bræv úr Kaldbak. Brævið er frá frítíðarskúlanum. Har eru trý børn. Tey hava arbeitt við havinum og vilja greiða frá í - Lova mær við í Barnaútvarpinum.
Vit hava fingið bræv frá Heidi. Hon gongur í 2.flokki í skúlanum á Argjahamri. Vit eru í kamarinum hjá Heidi og
Í Kollafirði er eitt so fitt heimalamb, sum dámar sera væl at ganga túr. Maria Kristensa eigur heimalambið - hon og vinkonurnar Liva og Enja ganga túr saman við heimalambinum.
At fara í 1.flokk er spennandi og tú lærir nógv. Heini er gongur í 1.flokki í Sankta Frans skúla í Havn.
Vit hava fingið bræv frá Sølva. Hann sigur, at tey hava fingið hønur og hava gjørt høsnarhús í skúlanum á Trøðni. Vit fara á vitjan og Matteus og Sølvi vísa okkum runt á skúlanum og greiða frá.
Joan gongur til saksofon í musikskúlanum í Havn. Hon heldur tað er eitt stuttligt ljóðføri og systir hennara, Kristfríð, spælir eisini saksofon, so vit hoyra tær báðar spæla brot úr Mama Mia hjá ABBA. Eirikur Skála er lærari hjá teimum báðum.
Jóannes hevur fleiri djór. Og hann fer at siga frá hundinum, dunnunum og fiskunum.
Vit vitja frítíðarskúlan í Badmintonhøllini í Havn. Her hava tey kaninir. Og børnini í frítíðarskúlanum fara at greiða frá.
Vit eru í skúlanum á Fløtum og her er kassabilakoyring.
Tey í 4. 5. 6. og 7.flokki í skúlanum á Fløtum í Havn, hava havt stuttligar dagar. Tey hava bygt kassabilar og bjóðað okkum við til kassabilakappkoyring.
Vit hava fingið bræv frá einari ommu, sum heldur, at tað er so stuttligt at síggja børnini sleta og at hoyra tey spæla úti í kavanum. Tí hava vit funnið eina brekku og fleiri børn, sum elska at vera úti, tá ið tað er kavi.
Vit eru bodnar í Frískúlanum í Havn, sum er á Velbastað. Her hava tey evnisviku um kenslur.
Vit hava fingið bræv frá børnum í Runavík. Tey hava bygt smáttu og eina sera flotta kiosk, sum eitur Leila.
Í frítíðarskúlanum á Velbastað hava tey funnið eina konu í bikini í kjallaranum. Hetta er sera spennandi og eisini er spennandi at vita, hvussu hon er komin í frítíðarskúlanum á Velbastað.
Tey í skúlanum í Kaldbak hava bjóðað okkum til konsert, tí her spæla tey ymisk ljóðføri og tey syngja nógv.
Vit hava fingið bræv frá Mikkjal og John, sum búgva á Toftum. Hvørt fríggjakvøld eru teir til kurvabólt í Tofta skúla.
Vit eru í Norðurlandahúsinum, tí har eru 400 næmingar komnir at kvøða.
Vit hava fingið bræv frá Leu, sum nú býr í Syðrugøtu. Hon hevur fingið ein lítlabeigja, og hevur fleiri vinkonur. Eisini sparkar hon fótbólt við Víkingi.
Á hvørjum ári spæla næmingar í 6.flokki í Sørvági leik. Vit hava fingið bræv og fara at hoyra brot úr leikinum og næmingar fara at greiða frá.
Vit eru á vitjan hjá Lilju, sum hevur hundin Leiku. Lilja býr á Skála.
Lilja er 12 ára gomul og gongur í skúlanum við Løgmannabreyt. Henni dámar væl at spæla gittar og hon fer at greiða frá og spæla eitt sindur fyri okkum
Vit hava fingið bræv frá Auru, Zeth, Sasju og Seliu. Tey hava málað nógvar myndir og hava listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.
Í dag eru vit til - Ljóð í leiki í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík. Næmingar í 1. 2. og 3.flokki spæla floytu saman við Katju.
Vit hava fingið bræv frá vinkonunum Emblu og Nikobu. Tær ganga hjá gulu skótunum, og bjóða okkum við á skótafund.
Vit eru í Sørvági og hoyra barnakórið syngja. Systkini Elsa og Tummas fara at greiða frá. Eisini hoyra vit, at eldra barnakórið fer til Noregs at syngja.
Vit hava fingið bræv úr Norðagøtu. Brævið er frá Brynhild, sum hevur Shetlands pony. Og her fáa vit nógv nýtt at vita.
Vit hava fingið bræv av Hvítanesi. Ægir hevur skrivað okkum bræv, og bjóðar okkum at koma við, tá ið tey spæla úti. Tey eru fleiri gentir og dreingir, sum gera holur, fellur, vápn og spæla nógv stuttligt saman.
Hvør er Ragnhild? Jú, Ragnhild er ein skjaldbøka, sum vit fara at hoyra um í sendingini. Og tey sum greiða frá ganga í yngru deilidini í Nólsoyar skúla. Eisini siga tey frá, hvussu teirra gerandisdagur er í skúlanum.
Eddi og Malena eru systkinabørn, sum búgva í Klaksvík. Tey blogga og vlogga og eru á netinum og hyggja at bloggarum.
Í Miðstovninum í Gundadali í Havn hava tey arbeitt nógv við endurnýtslu. Tað eru børn, sum ganga í 1. og 2. flokki í frítíðarskúlanum, sum hava gjørt robottar, hús til bamsurnar, pennahús og mangt annað.
"Eg eri ein glaður kovboy", syngja tey í Sankta Jósefs barnagarði, og tey vóru eisini øll í góðum lag, tá ið Barnaútvarpið var á vitjan. Lurta, tá ið tey greiða frá og syngja.
Vit hava fingið bræv frá Gunnvá. Hon býr í Havn og gongur í Heimara skúla, sum er partur av Venjingarskúlanum í Havn. Henni dámar væl at lesa, og hon lesur upp fyri okkum, og greiðir frá, hvussu hon hevur tað, tá ið hon lesur, og hvørjar bøkur henni dámar allarbest at lesa.
Hanna Ró og Hanna eru systkinabørn og búgva í Klaksvík. Hanna og Hanna Ró gera nógv stuttligt saman og meðan mamma Hannu er í Danmark, býr Hanna hjá Hannu Ró.
Í dag eru vit heima hjá Bartal Páll, sum er 7 ára gamal. Honum dámar væl at sparka fótlbólt og at tekna.
11 ára gamla Hildur hevur ein ravn á kamarinum. Hon greiðir frá ravninum og hinum djórunum, sum búgva har.
Tinna er 4 ára gomul. Hon býr í Danmark, men nú er hon heima í Føroyum og vitjar ommur og abbar. Hon hevur sent okkum bræv og bjóðar okkum til Jónu-ommu í Havn. Tinna sigur eitt sindur um, hvussu tað er at ganga í barnagarð í Keypmannahavn. Eisini bakar hon vaflur saman við Jónu-ommu
10.floks næmingar í skúlanum við Løkin í Runavík, framføra í hesum døgum leikin - Hodja úr Pjort. Tey fara at greiða frá og vit hoyra brot úr leikinum.
Í dag eru vit í Funningi. Her eru Barbara og Høgni og geva seyði. Tey búgva í Hoyvík, og eru ofta saman við pápa sínum og geva seyði.
Vit hava fingið bræv frá 9 ára gomlu Magdu. Hon hevur boðið okkum til Kunoyar at heilsa uppá undirlátarnar Marthu og Hanus. Eisini greiðir hon frá tí at súkkla.
Bjørt er 5 ár og gongur í skúlabólki í dagstovninum Kurl@. Tað er sera spennandi, heldur hon, og hon vil fegin bjóða okkum við
Elisa og Eydna Súsanna eru systrar. Tær hava sent okkum bræv, og fara at greiða frá fittu kaninunum, sum tær eiga.
Hvat er Leik og Lær? Tað fara Jónas og Gunna at siga okkum, tí í summarfrítíðini vóru tey í summarskúla í Dali.
Børn í Nólsoy hava prýtt brimgarðin við listaverkum, sum snúgva seg um søgur, vit kenna úr Nólsoy.
Teir eru 9 ára gamlir og búgva ímillum Gilja í Hoyvík. Páll og Róðar spæla lego, pluss pluss og fyritíðina spæla teir allarmest playmobil. Teir brúka sítt hugflog og hava tað ordiliga stuttligt, og spæla í fleiri tímar, hvønn dag. Teir heva sent bræv og greiða frá playmobil.
Stovnar og dagrøktir í Norðuroyggjum hava arbeitt við málsligu menningini hjá børnum. Í hesum sambandi hava tey havt um ymiskar rithøvundar og hoyrt ymiskar søgur. Tey í Drotning Margrethu barnagarði hava eitt nú gjørt eitt flott Pippi-hús.
Sands skúli hevur eina spennandi evnisviku um fisk og fiskivinnu, og tey bjóða okkum við á Havstovuna.
Børn í frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini í Havn hava sent okkum bræv. Tey siga, at tey hava gjørt ein sang, og at tey fara at seta eplir niður. Vit hoyra rappsangin hjá teimum, og tey greiða frá eplum, sangi og um tað at ganga í frítíðarskúla.
Sirkus er í Dagstovninum á Hamrinum, og tey framføra fyri foreldrum, vøggustovum og barnagørðum. Tey ganga í skúlabólkinum - á Argjahamri, og skúlabólkurin eitur - Spírarnir.
Næmingar í Skála skúla hava havt evnisarbeiði um heimspartar. Tey hava uppliva og lært nógv hesa vikuna.
5.mannafarið Fípan Fagra, dreingir fara at greiða frá kappróðri.
Næmingar í 3. flokki í Vestmanna eru við í norðurlendskari kapping um at savna plastik. Tey kláraðu at savna tjúgu kilo uppá fimtan minuttir. So sendu tey eina mynd, sum prógv.
Vit vitja á Eiði, tí 1. 2. og 3. flokkur hava havt evnisarbeiði um sagnir. Nøkur teirra fara at greiða fra.
Næmingar í 4.5. og 6.flokki hava gjørt smáttur úti á Frælsinum í Havn.
Spírar á Argjahamri, sum eru skúlabólkur, hevur gjørt eina spennandi verkætlan um rúmdina. Tey hava boðið okkum við at uppliva rúmdina, rúmdarferjur og rúmdarmenn.
0-flokkur í dagstovninum við Margáir, hevur sent okkum bræv. Tey hava verið við í verkætlan, tá ið mentanarvika var í kommununi. Tey gjørdu framførslur og listaframsýning útfrá sanginum - Kvøða til sóknina. Vøggustovubørn, barnagarðsbørn og skúlabørn, hava havt eitt sera gott og stuttligt samstarv.
Í dag hoyra vit um, hvussu týdnigarmikið tað er at brúka hjálm, trygdarbelti og endurskin. VIt læra, hvussu vit skulu bera okkum at úti í ferðsluni. Mariann Reinert, hevur boðið okkum við í 1.flokk í skúlan við Løgmannabreyt. Her vóru 49 børn í endurskinsvesti og nýggjum flottum hjálmi.
Vit hava fingið bræv frá Elinborg og Sigrid, sum búgva í Hoyvík. Tær eru BFF, tað vil siga allarbestu vinkonur, sum dáma væl at lesa, spæla borðspøl og at sova saman.
Vit hava fingið bræv frá beiggjunum, sum búgva í Peruhúsinum í Havn, teir eita Magnus og Pætur. Teir hava ein hund, sum eitur Hulda, og ein ravn, sum eitur Gorpur.
Børnini í 3. flokki í Sørvágs skúla greiða frá verkætlanini, sum er havsins botnur. Tey hava gjørt nógv kreativt, tey hava gjørt ævintýr, framført og gjørt sang.
Maria og Ludvík eru systkinabørn og tey spæla badminton. Tey halda badminton eru ein góð ítróttargrein og tað halda systkin teirra eisini.
Markus og pápin, sum eitur Jens Marni hava verið í studio og sungið ein sang inn fyri Barnabata, tað er - Sangurin hjá Bamsa.
Mira gongur til skótar í KFUM. Hon hevur boðið barnaútvarpinum við á skótafund og fer at greiða fra.
Mirjam er 8 ára gomul. Hon stamar og er tí onkuntíð hjá talupedagogi. Her sleppur hon at spæla við orð og at toyggja orð. Kom og lurta!
Næmingar í frískúlanum í Havn syngja og kvøða til morgunløtu.
Natasja og Elias hava fingið ein lítlan beiggja. Hann eitur Jóhan og er sera fittur og blíður. Tey greiða frá, tá ið hann var føddur og hvussu tey ansa honum.
Natasja seymar føstulávintsbúnar. Hon hevur verið á skeið saman við mammuni og systrini.
Vit hava fingið bræv frá Frískúlanum í Havn. Tey lýsa tey 17 heimsmálini í einum vallaraleiki.
Tá ið næmmingar í 3.flokki í skúlanum á Fløtum vóru lidnir í skúlanum og fóru oman í Steinatún at bíða eftir bussinum, sóu teir ein mann liggja inni í kioskini í Steinatúni. Teir ringdu so 112. Eisini fara vit á politistøðina at spyrja, hvussu vit skulu gera, tá ið onkur er í neyð og vit skulu ringja 112.
Vit fara at baka føstulávintsbollar við Olevinu.
Tað er stuttligt at ganga til bogaskjóting, siga Óli, Natasja og Gunnar Lukas. Tey ganga til bogaskjóting í felagnum, sum eitur - Vágaskot
Vit vitja systarnar, sum eita Jóna og Olivia. Tær hava nógvar leikur í kamarinum, eitt nú Sylvanian Family og eina fittan hund, sum eitur Lewis.
Vit eru í musikkskúlanum á Giljanesi. Tey fara skjótt til Íslands at ferðast og tey spæla fleiri konsertir.
Næmingar í 4.flokki fara at framføra og fara at siga frá.
Vit eru í Klaksvíkar Tónlistaskúla, tá ið Helena, Maja, Hjørdis, Louisa venja í orkestri.
Seinastu tíðina hava gentur, sum ganga í 4.flokki á Skúlatrøð gjørt planetir. Tær hava teknað myndir, og givið planetunum serstakt útrykk.
Vit eru á vitjan hjá Randarsól, sum býr í Bø. Hon eigur fleiri djór og dugir sera væl at ansa teimum og at greiða frá.
Jónas og Niklas eru beiggjar og systkinabarnið Sveinur er komin á vitjan. Teimum dáma sera væl at rógva gummibát við Mylnutjørn.
Vit hava fingið bræv frá 1.flokki í skúlanum við Løgmannabreyt. Tey eru so heppin at sleppa at rógva við teinaringinum Royður.
Tey í 2.flokki í Miðvágs-Sandavágs skúla hava lisið bókina um Ronju Ránsmansdóttir. Tey fara at greiða frá.
Hvønn morgun til føstulávint dansa næmingar í skúlanum á Giljanesi. Tey hittast við trappuna í stásiliga skúlanum, hvønn morgun klokkan 11.05. Í ár kvøða tey - Seyðamaðurin á Sondum.
Vit hava fingið bræv úr Fuglafirði, tey hava bjóðað okkum til sangleikin Shrek.
Maria og Andrias eiga lomb. Tey búgva á Skála og tey bjóða okkum við at marka.
Á Skúlatrøð í Klaksvík hoyra tey klavertónleik í fríkorterinum. Tað er Silas, sum spælir.
Sirið, Randi og Angela savna sær lummapening, tí tær ætlar sær til Danmarkar ein túr.
Sjúrður og Gunnbjørn hava bjóðað okkum til judo í Havnar Judofelag.
Ari er 11 ár og býr í Søldafirði. Hann hevur fleiri djór, eitt nú skeggdrekan Alvin.
Vit hava fingið bræv og eru bodnar umborð á sluppina - Westward Ho.
Í skúlanum á Skála, syngja tey sera væl. Her er eitt nýtt skúlakór, eisini spæla tey ljóðføri.
Næmingar í 6.flokki í Hoyvíkar skúla hava verið við í verkætlanini - Soundwalk.
Í dagstovninum á Hamrinum hava tey gjørt eitt cruiseskip við vælverustovu,. matstovu og mongum øðrum. Tey hava sent okkum bræv og bjóðað við. Vit eru í skúlabólkinum - Spírar.
Vit hava fingið bræv frá skúlanum við Løgmannabreyt. Tey hava evnisvikuna - SVL-Samfelagið
Tveir sanglærarar hava bjóðað okkum til undirvísing í 1. flokki í skúlanum á Argjahamri
Vit eru á tekniskeið í skúlanum við Løkin í Runavík, saman við 4. og 5. flokki. Barbara Hilduberg frá Listaleypinum er lærari.
Vit hava fingið bræv frá Nes sóknar musikkskúla. Tey fáa vitjan. Tað eru Anne og Mette, sum koma á vitjan. Tær hava gjørt tónleikaverkið - Tjaldur. Og í dag fara næmingar at greiða frá og spæla konsert.
Vivian Sjóðklett og Rógvi Dam hava seinastu tíðina verið í 4.flokkunum í skúlanum á Fløtum. Endamálið var at trívast og at basa happing.
Í miðdeildini í Eysturskúlanum hava tey havt trivnaðardagar. Tey hava sungið, dansað og gjørt nógvar stuttligar og spennandi kappingar.
Næmingar í Sankta Frans skúla í Havn, hava havt evnisarbeiði við yvirskriftini - Umhvørvið og vit. Vit hava fingið bræv og eru bodnar við.
Vár er 12 ára gomul og býr í Kollafirði. Hon gjørdist nummar tvey í DM í inniróðri. Vit hava fingið bræv og fara at hoyra Vár greiða frá.
Næmingar í Kvívíkar skúla hava gjørt verkætlan. Evnið er - ein grøn kommuna.
Vit eru heima hjá Almu og her eru fleiri vinkonur, sum spæla við slím.
Hesa ferð eru vit heima hjá Viólu. Henni dámar væl at mála og tekna. Hon hevur tveir beiggjar, sum eita Baldur og Dávur. Vióla ætlar sær at vera listakvinna, tá ið hon verður vaksin.
Tey í miðdeildini í skúlanum á Fløtum hava vísindaviku. Tey hava granska mong spennandi og fjølbroytt evni.
Bjarki gongur í 3.flokki í Fuglafjarðar skúla. Hann fer at vísa okkum kamarið og fer at greiða frá.
Einaferð um vikuna fer Ragnhild til kór í Ebenezer, saman við fleiri gentum.