Lesiátak í 2.flokki í Fuglafjarðar skúla

/var/www/kvf/sites/all/themes/bootstrap_subtheme/entity_render/node--vit_utvarp.tema.tpl.php
Lesiátak í 2.flokki í Fuglafjarðar skúla
11-04-2024

Í barnaútvarpinum hesa vikuna hoyra vit um bøkur og tað at lesa. Vit vitja børn, sum hava havt rithøvundavitjanir og børn, sum hava lisið nógvar ymiskar bøkur. Í dag eru vit í Fuglafjarðar skúla, tí í 2.flokki eru 23 næmingar, sum hava lisið eina rúgvu av bókum, nú tey hava havt lesiátak í fýra vikur. Tey hava gjørt eitt stórt træ á einum av vindeygunum í floksstovuni. Á trænum eru nógv bløð, har tittul á bók og navn á næmingi stendur á fyri hvørja bók, tey hava lisið.