Jólavarpið 5. partur

/var/www/kvf/sites/all/themes/bootstrap_subtheme/entity_render/node--vit_utvarp.tema.tpl.php
Jólavarpið 5. partur
05-12-2024

Í dag hoyra vit søguna - Jól í Dundurdali. Astrid Lindgren skrivaði og Ella Smith Clementsen týddi til føroyskt. Vár Berghamar Jacobsen lesur. Vit hoyra yrkingina - Eitt ullint hosupar. Jacob Martin Strid skrivaði og Alexandur Kristiansen týddi. Jóannes Lamhauge lesur. Hans Petur í Brekkunum presenterar -Nissumamma og Nissupápi við Føroya Symfoniorkestri.

Jólavarpið

Í Barnaútvarpinum eru vit í jólahýri. Vit hoyra søgur, børn siga sína hugsan um jól, og vit hoyra góðan jólatónleik. Hvønn mánamorgun eru vit í verkstaðnum hjá Jensinu og Ljóðfílinum. Her er sera hugnaligt og tey duga eisini sera væl at klippa og at gera jólaprýði. Vit eru so heppin, at tey klippa okkum jólaprýði, hvønn mánamorgun, so vit øll kunnu lita og klippa heima, júst sum Jensina og Ljóðfílurin gera á verkstaðnum.