Jónhild og Hóri hava verið í Bangladesh

/var/www/kvf/sites/all/themes/bootstrap_subtheme/entity_render/node--vit_utvarp.tema.tpl.php
Jónhild og Hóri hava verið í Bangladesh
21-09-2025

Brævið ljóðar soleiðis:
Hey Jonna og Elin
Vit eita Jónhild og Hóri og vit eru systkin. Vit ganga í  4. og 6.flokki. Vit hava verið og ferðast í Tailandi í ein mánaða og í Bangladesh í ein mánaða. 
 
Í Bangladesh búðu vit á einum barnaheimi - har búðu 70 dreingir. Hetta var ein fantastiska lærurík ferð. Koma tit at vitja okkum, so kunnu tit hoyra meira.

Lova mær við

Børn í Føroyum uppliva alt møguligt spennandi HVØNN dag.  

Í Lova mær við sleppa Jonna og Elin við, tá ið børn uppliva okkurt serstakt. Børn senda brøv og siga, hvat tey gera. Onkuntíð eru VIT á vitjan í flokkinum ella heima hjá onkrum, og aðrar tíðir fara VIT við børnum út at royna okkurt nýtt og spennandi.