Summar sendingar í barnaútvarpinum hoyra ikki júst til nakað tema ella nakran bólk, so um tú ikki finnur sendingina aðrastaðni, er hon helst at finna her :)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
LesiFest og Fólkaræði

Vit eru í viku 13 og í viku 13 er lesifest, tá vit minnast okkara móðurmál í samband við móðurmálsdagin, sum er mikudagin 25. mars.
Skúlar og stovnar hava fyrireika seg og onnur við. Týsdagin er fólkatingsval og hósdagin er løgtingsval og barnafestivalur hevur verið í Norðurlandahúsinum. Í ár setur barnafestivalurin Frítt Flog sjóneykuna á fólkaræði. Skráin bjóðar børnum at gera venjingar í at siga sína hugsan, tekna valplakatir, ganga kravgongu, lurta eftir hvørjum øðrum og fara inn í atkvøðuklivarnar at seta sín kross. Í stuttum læra tey um fólkaræði og eru partur av einum felagsskapi, har allar atkvøður telja við. Eisini var spyrjitími við valevnum, sum stilla upp til løgtingsvalið.
Í sendingini í dag fara vit fyrst at hoyra um Lesifest og síðani fara vit at hoyra um fólkaræði og um barnafestivalin í Norðurlandahúsinum.











