Poetikus og Føroya Symfoniorkestur

/var/www/kvf/sites/all/themes/bootstrap_subtheme/entity_render/node--vit_utvarp.tema.tpl.php
Poetikus og Føroya Symfoniorkestur
13-04-2026

Føroya Symfoniorkestur og Jákup Dahl framføra Poetikus
Børn úr øllum Føroyum uppliva Føroya størsta orkestur spæla barnakonsertir í Norðurlandahúsinum í døgunum 11.-15. apríl.
Symfoniorkestrið framførir søguna um Poetikus og havfrúnna við tónleiki, myndum og frásøgn. Søgan er egnað til allar aldursbólkar yvir fýra ár.
Beinta Ingeborg Greve hevur leiklutin sum syngjandi havfrúgvin og Jón Festirstein hevur leiklutin sum Poetikus. Á konsertini verður eisini annar tónleikur - tónleikur, sum tit áður hava hoyrt og kenna væl.

Dirigentur: Catherine Larsen-Maguire
Solistur: Beinta Ingeborg Greve
Frásøgufólk: Jákup Dahl
Komponistar: Páll Sólstein og Andras Olsen
Søga/tekningar: Edward Fuglø

Blandað bomm

Summar sendingar í barnaútvarpinum hoyra ikki júst til nakað tema ella nakran bólk, so um tú ikki finnur sendingina aðrastaðni, er hon helst at finna her :)