Summar sendingar í barnaútvarpinum hoyra ikki júst til nakað tema ella nakran bólk, so um tú ikki finnur sendingina aðrastaðni, er hon helst at finna her :)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Poetikus og Føroya Symfoniorkestur
/var/www/kvf/sites/all/themes/bootstrap_subtheme/entity_render/node--vit_utvarp.tema.tpl.php

Poetikus og Føroya Symfoniorkestur
30-04-2026
Vit senda nú barnakonsertina við Føroya symfoniorkestri undir leiðslu av Cathrine Larsen-Maguire. Í døgunum 11.-15.apríl vóru børn úr øllum Føroyum í Norðurlandahúsinum, tá ið Føroya Symfoniorkestur framførdi søguna um Poetikus og havfrúnna, bókina, sum Edward Fuglø hevur skrivað og teknað. Páll Sólstein og Andras Olsen eru komponistar. Jákup Dahl er frásøgufólk. Beinta Ingeborg Greve hevði leiklutin sum syngjandi havfrúgvin og Jón Festirstein hevði leiklutin sum Poetikus. Á konsertini var eisini annar tónleikur - tónleikur, sum vit áður hava hoyrt og kenna væl. Heini Holm Johannesen var tøkningur

Blandað bomm










