CIP: Føroyar eru fortíð

bannari
CIP: Føroyar eru fortíð
Málið um Eysturoyartunnilin vísir, at landsstýrið gjørdi nakað annað, enn tað seg seg vilja gera, sigur Rúni Bro Róin, ein av stjórunum í CIP
Rúni B. Róin er ein av stjórunum í Copenhagen Infrastructure Partners
 
28.02.2014 - 11:11

Føroyar eru fortíð hjá Copenhagen Infrastructure Partners.

Rúni Bro Róin, ein av stjórunum í CIP, sigur í samrøðu við Sosialin, at nú størsta, einstaka íløgan í føroyska undirstøðukervið er vorðin almenn, má staðfestast, at tá avtornaði gjørdi landsstýrið nakað annað, enn tað segði seg vilja gera. 

Hann vil tó ikki gera viðmerkingar til, um málið um Eysturoyartunnilin, sum kortini ikki gjørdist privatur, hevur skatt Føroyar sum íløguland. 

CIP einsamallir

Tá avtornaði var CIP tann einasti, sum hevði áhuga fyri at gera Eysturoyartunnilin eftir leistinum, sum landsstýrið ætlaði. Funnist varð at landsstýrinum, at CIP kundi krevja tað avkast av íløguni, sum felagið vildi.

Rúni Bro Róin sigur við Sosialin, at tað er altíð ein spurningur um at seta váðan upp ímóti avkastinum.

- Vil tú lata alt upp í hendurnar á tí, sum skal standa fyri verkætlanini, so er kravið um avkast størri, sigur hann.

Ikki longur á radarskíggjanum

- Føroyar eru ikki longur á radaraskíggjanum hjá CIP. Eysturoyartunnilin hevði verið ein minni íløga hjá okkum, og eg ivist í, hvussu nógvar íløgur av hasi støddini verða gjørdar í Føroyum, sigur Rúni Bro Róin í samrøðuni við Sosialin. Hann væntar, at milliónin, sum "break fee"-avtalan sigur, at CIP skal hava í endurgjaldi, kemur á kontu fyrsta dagin. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949