Ein tikin, ein í varðhaldi og tveir latnir leysir

Ein tikin, ein í varðhaldi og tveir latnir leysir
Ein 20 ára gamal maður er í grundlógarforhoyri í kvøld varðhaldsfongslaður í 4 vikur, og seint í kvøld varð ein fjórði maður handtikin
Tríggir menn vórðu til grundlógarforhoyr í kvøld
 
22.04.2014 - 22:53

Løgreglan bar skjótt at, tá hon í gjárkvøldið, kl. 23.30, fekk fráboðan um ránið uttanfyri BankNordik í Húsagøtu í Havn.

Longu hálvan tíma seinni, kl. 00.05, handtók løgreglan tveir ungar menn, og kl 14.30 ígjár varð ein 20 ára gamal maður handtikin.

Løgreglan leitaði tá framvegis eftir einum øðrum gerningsmanni.

Ein játtaði, tveir noktaðu

Teir tríggir menninir vórðu til grundlógarforoyr í kvøld.

Tveir av monnunum noktaðu seg sekar í at hava nakað við ránið at gera, men ein teirra, hin 20 ára gamli maðurin, játtaði, at hann hevði verið við til at fremja ránið móti einum starvsfólki í SMS, sum skuldi seta inn pening í samdøgurboksina í BankNordik.

Eftir hetta kravdi ákærin, at forboð varð sett fjølmiðlum at endurgeva frá tí, sum menninir søgdu undir avhoyringunum. Og dómarin játtaði hesum.

Tveir latnir leysir

Tá grundlógaravhoyringini varð liðug um 10 tíðina í kvøld, vórðu tveir teirra latnir leysir, meðan tann, sum játtaði seg sekan varð varðhaldsfonglsaður í fýra vikur.

Jens Severinsen, ákæri, kravdi 20 ára gamla mannin varðhaldsfongslaðan, so at hesin ikki hevur møguleika at ávirka vitni ella at seta seg í samband við ein gerningsmenn, sum løgreglan enn ikki hevði handtikið. 

Maðurin skal eisini persónskannast.

Fjórði maðurin handtikin

Minni enn ein tíma eftir at grundlógarforhoyrið varð liðugt, boðaði løgreglan so frá, at ein fjórði maður nú var handtikin í sambandi við málið. Hann skal grundlógaravhoyrast í morgin.

Framvegis skuldsettir

Jens Severinsen sigur, at út frá frágreiðingunum hjá teimum trimum monnunum, var tað rætt at lata tveir teirra leysar, men at skuldsetingin móti teimum báðum um, at teir onkurvegna hava havt við ránið at gera, framvegis stendur við.

Spurdur, um tað ikki er ov nógv av tí góða at varðhaldsfongsla ein mann í 4 vikur fyri nakrar fáar túsund krónur, svarar ákærin, at tað er ikki upphæddin, men handlingin móti eini kvinnu, sum er álvarslig.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860