Átta samstarvsøki um gomul og heimarøkt

Átta samstarvsøki um gomul og heimarøkt
Kommunurnar í Vágum vilja vera saman og tað vilja Fuglafjørður og Eysturkommuna eisini
Fuglafjørður vil ikki vera saman við allari Eysturoynni, men bara við Gøtu og Leirvík
 
30.04.2014 - 13:34

Kommunalu samstarvsøkini um eldraøkið og heimarøktina vera átta í staðin fyri seks.

Sambært lógini um kommunalu samstarvsøkini skulu í minsta lagi 3.000 fólk vera í hvørjum øki.  

Freistin hjá kommunum at skipa seg í samastarvsøki er uti í dag. Og nú kommunurnar hava gjørt samstarvsavtalur, er greitt, at tað vera átta samstarvsøki, ikki seks, sum landsstýrið annars ætlaði. 

Fuglafjørður og Eysturkommuna, sum annars skuldu vera saman við hinum kommununum í Eysturoynni, hava gjørt samstarv sínamillum. Tað merkir, at flestu hinar kommunurnar í Eysturoynni vera saman í einum samstarvi.

Og kommunurnar í Vágum eru ikki við í samstarvinum millum Eiðis kommunu, Sunda kommunu, Kvívíkar kommunu og Vestmanna kommunu.

Annars eru, sum landsstýrið eisini ætlaði, Norðoyggjar eitt øki, Suðurstreymur eitt øki, Sandoyggin eitt øki, og Suðuroyggin eitt øki.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860