Damanaki errin av makrelsemjuni við Føroyar

Damanaki errin av makrelsemjuni við Føroyar
Føroyar eru við í topp fimm hjá Mariu Damanaki, sum skjótt gevst sum ES-fiskivinnukommisserur
Maria Damanaki var eisini í Føroyum sum gestur hjá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni
 
22.07.2014 - 07:34

Føroyar eru við, nú Maria Damanaki hevur gjørt ein topp fimm lista við egnum avrikum.

Nú tíðin hjá Mariu Damanaki sum ES kommisserur í fiskivinnu fer at styttast, tekur hon samanum á heimasíðu sínari. 

Undir yvirskriftini: "2010-2014 fimm ár og fimm úrslit, sum eg eri mest errin av", nevnir Maria Damanaki sum nummar fýra, at ES fekk altjóða viðurkenning fyri grundregluni um burðardyggan fiskiskap.

Og har nevnir hon fimm ára semjuna við Føroyar og Noreg um makrelin, sum varð gjørd í mars í ár.

Maria Damanaki úr Grikkalandi tók við sum fiskivinnukommisserur hjá ES 19.januar í 2010.   

Enn er ikki greitt, hvør tekur við, tá hon gevst. 

Hægstu størvini í ES-umsitingini verða ikki mannað fyrr enn í fyrsta lagi 30.august.

2010-2014: 5 years and 5 accomplishments I'm most proud of

4. We "exported" the principle of sustainable fishing internationally

.............................Furthermore, the EU has played a major role at the international level to help preserve important fish stocks: in March 2014 we reached an agreement with Faroe Islands and Norway on our sustainable long-term management for mackerel, aſter years of intensive discussions, negotiations and deadlocks.............................. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012