Góðar 112 milliónir meira í skatti higartil í ár

Góðar 112 milliónir meira í skatti higartil í ár
Bæði land og kommunur hava fingið meira skatt hvønn mánað í ár enn í fjør
Kirkjuskatturin gevur eisini nakað meira í ár enn í fjør, tí A-inntøkurnar eru størri í ár. Higartil í ár eru góðar 31,6 mió. kr. goldnar í kirkjuskatti.
 
02.10.2014 - 13:08

Góðar 112 milliónir krónur meira eru komnar inn í skatti higartil í ár enn í fjør.

Til í gjár, 1.oktober, vóru komnar tvær milliardir og 290 milliónir krónur í landsskatti, kommunuskatti, eftirlønarskatti og kirkjuskatti.

Í september fekk landskassin góðar 5,4 milliónir meira enn í september í fjør, kommunurnar fingu slakar 6,7 milliónir meira, og eftirlønarskatturin var 23 milliónir í september. Í september í fjør var eftirlønarskatturin 20,5 mió. kr. 

Allar mánaðirnar higartil í ár er meiri skattur komin inn enn somu mánaðir í fjør.     

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846