Kurdar fáa vápnahjálp úr USA

Kurdar fáa vápnahjálp úr USA
Amerikanski herurin hevur tveitt skotvápn, lóður og heilivág niður til kurdar í Turkalandi, sum verja býin Kobane
Amerikonsk hernaðarflogfør veita hjálp til kurdar
Mynd: Amerikanska verjumálaráðið  
 
20.10.2014 - 07:52

USA hevur tveitt vápn niður til kurdisku deildirnar sum royna at verja býin, Kobane, ímóti hermonnum hjá Islamskum Stati.

Turkaland hevur ikki vilja givið loyvi til at vápnini vórðu flutt umvegis Turkaland, hóast Kobane liggur tætt við turkiska markið.

Amerikanska verjan upplýsir samstundis, at flogfør 135 ferðir hava søkt at IS teir seinastu dagarnar í eini roynd at steðga hermonnunum at taka Kobane.
Men tað skal nógv til at verja Kobane ímóti IS, sum leingi hevur havt ætlanir um at taka býin, og tí mugu kurdarnir sum verja býin fáa vápn, sigur amerikanska verjan.
Orsøkin til at Turkaland ikki hevur viljað givið loyvið at vápn verða send umvegis Turkaland til kurdisku deildirnar er, at sýriski bólkurin av kurdum, sum royna at verja Kobane, samstarvar við kurdiska flokkin, PKK, sum bæði er á amerikanska og tuskirska listanum um yvirgangsfelagskapir.
Vápnini, sum eru latin kurdunum í Kobane, koma frá kurdum í Norðurirak, upplýsa amerikansku myndugleikarnir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860