Kringvarpsbygningurin verður nú útbygdur

Kringvarpsbygningurin verður nú útbygdur
Framleiðslubygningurin verður gjørdur fyrst
 
31.10.2014 - 11:17

Sp/f ÁTS, sum er høvuðsarbeiðstakari, hevur undirskrivað sáttmálan við Landsverk, har felagið tekur á seg uppgávuna at út- og umbyggja Kringvarpshúsini í Sortudíki. 

Arbeiðið verður gjørt stigvíst, tí játtanin sum fyriliggur í løtuni, røkkur ikki til alla verkætlanina, sum fevnir um 1. og 2. byggistig.

Framleiðslubygningurin verður gjørdur fyrst. Tað er bygningurin norðanfyri Kringvarpsbygningin. 

Farið verður í gongd sum skjótast, og eftir ætlan skal bygningurin verða liðugur í august næsta ár. Kostnaðurin er slakar 8,5 mió.kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444