Skotar fáa størri sjálvstýri

Skotar fáa størri sjálvstýri
Skotar sleppa m.a. at áseta skattin í landinum og kunnu ráða fyri 10% av inntøkunum frá meirvirðisgjaldinum
 
28.11.2014 - 15:20

Hóast skotar á fólkaatkvøðuni í september gjørdu av at verða saman við Bretlandi, so fáa skotar nú størri sjálovstýri. David Cameron setti eina serliga nevnd at viðgera støðuna, og sonevnda Smith-nevndin er nú komin við sínari niðurstøðu.

Millum annað skulu skotar í framtíðini áseta skattin í landinum. Og skotar fáa ræðisrættin á 10 prosentum av inntøkunum frá meirvirðisgjaldinum.

Skotar skulu nú eisini áseta prísin fyri at leiga almennar bústaðir. Hetta var eitt krav frá skotum, tí bretska stjórnin hevur lækkað ískoytið til almennu bústaðirnar.

Skotar sleppa haraftrat at gera av, um valaldurin skal verða verandi 16 ár. Tað var fyrstu ferð roynt á fólkaatkvøðuni í september. Tá talan er um fosturtøku, kundi nevndin ikki semjast, og tí verða ongar broytingar gjørdar á tí økinum.

Hóast talan er um stórar broytingar, so er framvegis langt á mál, sigur formaðurin í skotsku grundlógarnevndini, Michael Keating.

Bretar eru í øðini um, at skotar framhaldandi skulu fáa pengar eftir eini ávísari skipan, sum gevur skotum fleiri almennar pengar fyri hvørt fólk enn bæði bretar og walisar fáa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860