Seta spakan í til nýggjan skúla

Seta spakan í til nýggjan skúla
Í dag kl. 12.30 verður spakin settur í til byggingina av nýggjum fólkaskúla í Klaksvík.
 
18.12.2014 - 10:40

Tveir fólkaskúlar eru í Klaksvík – Skúlin við Ósánna og Skúlin á Ziskatrøð – men teir skulu leggjast saman, og ein týðandi partur av samanleggingini er byggingin av nýggjum skúla.

Fyrsta byggistigið, sum nú byrjar nú, kostar 106 milliónir krónur og verður liðugt í 2018.


Í sambandi við, at spakin verður settur í til nýggju skúlabyggingina í Klaksvík, verður hátíðarhald í skúlagarðinum niðanfyri Heygavegin kl. 12.30.

Røður verða hildnar, og skúlabørn fara at syngja. Eftir tað verður lítið ábit at fáa í fimleikahallum skúlans.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012