Málið er fólkaatkvøða fyri summarfrítíðina

Málið er fólkaatkvøða fyri summarfrítíðina
Samráðingarnar um praktisk viðurskifti í eini møguligari samanlegging halda fram, og higartil gongur væl at finna semjur millum Tvøroyri og Hvalba, sigur Janus Thomsen
Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalba
 
26.04.2024 - 15:06

-Málið er at halda vegleiðandi fólkaatkvøðu um samanlegging fyri summarfrítíðina.

Tað sigur Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalbiar Kommunu, eftir at bygdaráðið í Hvalba og býráðið á Tvøroyri høvdu felags fund í gjár.

Í felags fráboðan eftir fundin í gjár siga báðir borgarstjórarnir - Kristin Michelsen og Janus Thomsen - at talan var um ein jaligan fund, har niðurstøðan var, at arbeitt verður víðari við eini møguligari samanlegging.

Í løtuni fara fram samráðingar millum Tvøroyri og Hvalba um, hvussu kommunurnar kunnu leggja saman. Talan er um praktisk viðurskifti, sum greiða skal fáast á og semja um, áðrenn spurningurin verður lagdur út til fólkaatkvøðu. 

-Avgerandi er, at fólk í Hvalba og í Sandvík vita neyvt, hvat tey taka støðu til á eini komandi fólkaatkvøðu, sigur Janus Thomsen. 

Sambært Hagstovuni búgva 635 fólk í Hvalbiar Kommunu og 1741 fólk búgva í Tvøroyrar Kommunu. 

Fyrr í mánaðinum segði meirilutin av bygdaráðnum í Fámjin NEI til at skipa fyri fólkaatkvøðu í kommununi um samanlegging. Í Fámjins Kommunu búgva sambært Hagstovuni 77 fólk.

Hoyr samrøðu við Janus Thomsen:

20240426-Kommunusamanlegging

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537