Skattaprosentið á Sandi verður 23 prosent

Skattaprosentið á Sandi verður 23 prosent
Fíggjarætlanin verður munandi størri enn undanfarin ár, nú eldraøkið verður lagt til kommunurnar
 
19.12.2014 - 10:39

Skattaprosentið í Sands kommunu næsta ár verður 23 prosent, og barnafrádrátturin 6.000 krónur. 

 

Fíggjarætlanin verður munandi størri enn undanfarin ár, nú eldraøkið verður lagt til kommunurnar. Raksturin verður góðar 16 milliónir kr., og tvær milliónir eru settar av til íløgur.

 

Næsta ár fer Sands kommuna at gjalda eina góða millión krónur niður av langtíðarskuldini. Kommunan hevur onga leysaskuld. 

Tá 2015 fer at halla, hevur kommunan goldið niður 10 milliónir kr. av langtíðarskuld, umframt hálva sættu millión í sambandi við skúlabygging og skúlarakstur seinastu seks árini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537