Hoyvíkshøllin karmur um jólahondbólt

Hoyvíkshøllin karmur um jólahondbólt
Komandi tríggjar dagarnar leggur Hoyvíkshøllin høli til jólahondbóltskapping
 
26.12.2014 - 09:34

Komandi tríggjar dagarnar leggur Hoyvíkshøllin høli til jólahondbóltskapping

Tað er H71 sum skipar fyri kappingini, sum nevnist Smyril Line Cup

Liðini sum er við í kappingini eru fremstu mannsliðini hjá VÍF, Neistanum, StÍF, Kyndil og H71. Afturat teimum eru hondbóltsliðið hjá ÍF Føroyum og føroyska U21-landsliðið. 

Framsýningarhondbóltur verður eisini á skránni, tað greipuvinnarnir úr Kyndli, skulu royna seg ímóti kvinnunum úr ÍF Føroyum. Hesin dystur verður seinnapartin leygardagin 27. desember.

Kappingin byrjar í dag og finalan verður sunnudagin. Allir dystir eru 2 ganga 20 minuttir, og finalan er 2 ganga 30 minuttir. 

H71 skrivar á heimasíðu sínari, at hetta er eitt høvi at síggja ungdómslandsliðið, áðrenn teir fara at royna seg í HM-undandystum fyrst í januar. ÍF Føroyar hava klára seg væl, og fyriskipararnir vænta, at føroyingarnir ið búgva niðri, fara at hinum seks liðunum skarpan gang.

Vinnaraliðið fær handað steyp og eina peningagávu á 5000 krónur. Skráin sæst á heimasíðuni hjá H71, www.h71.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946