Kavaódn rakar 60 milliónir amerikanarar

Kavaódn rakar 60 milliónir amerikanarar
Stongdir skúlar, koyriforboð í onkrum statum og útivið 8.000 avlýst flogfør. Kavaódnin Juno rakti í gjár landnyrðingsøkið í USA. Sí myndir her
Útivið 8.000 flogfør eru avlýst, nú kavaódnin Juno rakar landnyrðingsøkið í USA
Mynd: AP  
 
27.01.2015 - 14:58

Samferðslan liggur lamin, skúlar eru stongdir og gøturnar eru manntómar nógva staðni, eftir at útivið ein metur av kava er komin niður í landnyrðingsøkinum í USA síðan mánakvøldið.

Sí myndir niðast í greinini

Hóast eitt størt økið í landnyrðingsøkinum er rakt, er støðan kortini ringast í Boston, har mesti kavin er komin niður. Eisini New York er hart raktur, nú kavaódnin Juno ger um seg.

Greinin heldur fram niðanfyri
 


- Støðan er hættislig, sigur Andrew Coumo, guvernørur í New York, har myndugleikarnir hava lýst koyriforboð. Koyriforboðið varð kortini sett úr gildi aftur fyri løtu síðan.

Amerikanarar kunnu kortini fegnsat um, at kavaódnin Juno skjótt er av, og at veðrið fer at batna. Veðurfrøðingar meta, at ódnin er av seinni í vikuni.

Miðlar í New York skriva á netinum, at allar gøtur í býnum so at siga eru manntómar, eftir at 60-90 sentimetrar av kava eru komnir niður onkrastaðni í statinum New York.

Greinin heldur fram niðanfyri
 


Myndugleikarnir í fleiri býum hava sent út áheitanir, har heitt verður á fólk um at halda seg innandura, nú kavaódnin Juno ger um seg í fleiri stórbýum í landnyrðingsøkinum.

Føroyingur í New Jersey: Veðrið er ikki so ringt

Herviliga kavaódnin, ið hevur rakt landnyrðingspartin í USA, er kortini ikki heilt so hervilig, sum miðlar hava boðað frá, síðan fyrsti kavin legðist mánadagin.

Tað skal takast við einum ávísum fyrivarni, at landnyrðingsøkið í USA er so hart rakt, sum amerikanskir miðlar annars skriva, sigur ein føroyingur við portal.fo

- Kavaódnin er eitt flopp, tí tað bleiv ikki so ringt, sum fyrst varð mett, sigur Pætur í Skemmuni, ið býr í New Jersey, í samrøðu við Portalin í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860