Grikkaland hevur lagt fram uppskot um lánstreytir

Grikkaland hevur lagt fram uppskot um lánstreytir
Spurnignurin er nú, um lánsveitaralondini fara at góðtaka tær treytir, sum Grikkaland sigur seg kunna liva við.
Alexis Tsipras, forsætisráðharri
Mynd: Savnsmynd  
 
29.03.2015 - 13:25

Londini, ið hava lánt Grikkalandi pengar, hava fingið eitt uppskot frá griksku stjórnini, har sagt verður, hvørji tiltøk hon er til reiðar at góðtaka, so Grikkaland kann fáa fleiri kreppulán.

Grikski forsætisráðharrin Alexis Tsipras legði uppskotið fram fríggjakvøldið, har stjórnin sigur seg vera til reiðar at útvega statskassanum meirinntøkur fyri góðar 22 milliardir krónur.

Eftir ætlanini skal meira gerast fyri at steðga skattaundandrátti, fleiri einskiljingar skulu fremjast og hægri avgjøld skulu setast á rúsdrekka og sigarettir.

Uttan nýggj lán verður peninganeyð í aprílmánað

Vandi er fyri, at Grikkaland kemur í peninganeyð í apríl mánað, um landið ikki fær fleiri kreppulán. Hinvegin hava gevaralondini aftra seg við at lata størri lán, tí grikska stjórnin hevur kravt at fáa betri treytir enn tær, ið landið higartil hevur fingið.

Nýggja stjórnin hjá Alexis Tsipras vann tjóðartingsvalið við at lova fólki linari lánstreytir frá kredittveitara-londunum fyri á tann hátt at bøta um lívskorini, sum hava verið trong hjá teimum flestu síðani Evrulondini máttu koma Grikkalandi til hjálpar, um tað ikki skuldi fara á húsagang og missa evruna sum gjaldoyra.

Tað kann tykjast rangvørt, at tað nú er tann, ið veitir lánið, ið skal ganga undir treytir hjá tí, ið tekur lánið, og lánsveitararnir hava verið trekir - ikki minst stóri kredittveitarin Týskland. Men tað er umdømið hjá evruni, ið  stendur upp á spæl, og tí kann Grikkaland heldur ikki trýstast út um pínumarkið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012