Adventistaskúlin til sølu

Adventistaskúlin til sølu
Sambært lýsingini er eisini møguleiki at lata Adventistakirkjuna vera við í keypinum
 
22.05.2015 - 11:34

Nú ber til at keypa bæði ein skúla og eina kirkju í Havn.

Adventistaskúlin er til sølu, og sambært lýsingini er møguleiki fyri at lata Adventistakirkjuna vera við í keypinum.

Skúlin er í tveimum bygningunum, sum eru 435 og góðar 260 fermetrar og bygdir í 1966 og 2007.

Grundøkið er 2.809 fermetrar.

Kirkjan er bygd í 1978. Hon er góðar 500 fermetrar, og grundstykkið er 1.088 fermetrar.

Hálvan juli í fjør varð kunngjørt, at Frískúlin við Hoyvíkstjørn, Adventistaskúlin, læt aftur, tí ov fáir næmingar vóru skúlaárið 2014-2015, sum byrjaði 1.august. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444