Føroyingur í Danmark framvegis varðhaldsfongslaður

Føroyingur í Danmark framvegis varðhaldsfongslaður
Maðurin er skuldsettur fyri grovt heimarán. Málið verður nú fyrireikað at senda rættinum
 
28.05.2015 - 15:27

35 ára gamli føroyingurin, sum varð handtikin fyri grovt heimarán í Danmark, situr framvegis varðhaldsfongslaður í Danmark.

Camilla Godfrey, ákæri, sigur, at varðhaldsfongslingin er longd til 17. juni, meðan málið verður fyrireikað og gjørt klárt at senda rættinum.

Handtikin í Roskile

Ein 35 ára gamal føroyingur varð handtikin á bústaði sínum í Roskilde, skuldsettur fyri óvanliga grovt innbrot í heimið hjá danska milliardinginum, Niels Petur Louis-Hansen, sum er høvuðspartaeigari í Coloplast, og ein av ríkastu monnum í heiminum.

Føroyingurin er skuldsettur fyri um kvøldið 1. mars, at bróta inn í húsini, og fyri at hava noytt hjúnini við eini skammbyrsu ella onkrum, ið líktist eini skammbyrsu, at flyta sær 2,5 milliónir á eina kontu.

Men tað miseydnaðist at flyta pengarnar, so tjóvurin fekk einki burturúr.

Talan er um føroying, sum ikki hevur verið í hóslag við løgregluna áður.

Kendi ikki hjúnini

Danska løgreglan sigur, at einki bendir á, at innbrotstjóvurin kendi hjúnini, hann breyt seg inn á. 35 ára gamli maðurin er mentalkannaður. 

Camilla Godfrey, ákæri, sigur, at hon fer at mæla til, at føroyingurin verður dømdur eftir grein 288 stk 2 í revsilógini, har hann kann fáa 10 ára fongsul. 

Navnaforboð er í málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902