Luis Enrique ivasamur

Luis Enrique ivasamur
Venjarin hjá Barcelona vil ikki vátta, um hann eisini verður venjari komandi kappingarár
 
07.06.2015 - 12:17

Barcelona hevur í ár vunnið spanska meistaraskapið, sponsku steypakappingina og í gjár vann Barcelona eisini Champions League-finaluna í Berlin.

Kortini so er framtíðin hjá venjaranum, Luis Enrique, óviss, skrivar Ritzau.

- Sannleikin er, at eg ikki veit, um eg haldi fram, sigur hann.

Fyrsta árið ófriðarligt

Hetta fyrsta árið í venjarastarvinum hjá Barcelona hevur verið nakað ófriðarligt. Kuril kom á tráðin við stjørnurnar Messi og Neymar.

Teir vórðu báðir tiknir av liðnum í dysti móti Real Sociedad - og Barcelona tapri so tann dystin 0-1.

Tapið hevði við sær, at fleiri leiðandi persónar í Barcelona løgdu frá sær, og nú í summar skal so forsetaval verða í Barcelona.

Hetta valið og politisku telvingarnar í tí sambandinum hava ávirkan á framtíðina hjá venjaranum, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537