Eftirmeta úrslitið av valinum á landsnevndarfundi

bannari
Eftirmeta úrslitið av valinum á landsnevndarfundi
Spurningurin um, hvør skal verða nýggjur formaður í flokkinum, verður væntandi eisini umrøddur á landsfundinum fríggjakvøldið
Sambandsflokkurin fer á landsnevndarfundi fríggjakvøldið at eftirmeta úrslitið av løgtingsvalinum. Myndin varð tikin, tá flokkurin legði fram valskránna undan løgtingsvalinum
Mynd: Savnsmynd/KvF  
 
09.09.2015 - 09:26

Landsnevndin hjá Sambandsflokkinum kemur saman til fundar fríggjakvøldið at eftirmeta úrslitið av løgtingsvalinum. 

Í løtuni er ikki greitt, um kallað verður saman til eykalandsfund nú at velja formann, ella formansvalið skal bíða til regluliga landsfundin, sum vanliga er í mars mánaði.

Sambandsflokkurin misti tveir tingsessir á løgtingsvalinum 1. september. Kaj Leo Holm Johannesen hevur boðað frá, at hann leggur frá sær sum floksformaður.

Bárður Nielsen er næstformaður í Sambandsflokkinum. Hann varð valdur landsfundinum í vár fyri Johan Dahl, sum ikki stillaði uppaftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537